Oddagrein· Stórir spurningar og lítið kjak

Nú er summartíðin gylta, er inngangurin til ein av vøkru sangunum, sum eru yrktir við í blástri frá hesi deiligu árstíðini.

Tað eru ikki so nógv ár síðani, at skeiðið millum Jóansøku og Ólavsøku í almenna rúminum kendist at vera steindeytt. Soleiðis er tað ikki longur. Ferðin er størri, og tíbetur fyri miðlarnar ber tað eisini hesa ársins tíðina til at fáa fatur á fólki, sum vil úttala seg, og sum hevur nakað upp á hjartað.

 

Næsta vikuskifti verður Ólavsøka, og harvið verður farið undir nýtt tingár. Tá fer løgmaður at bera sína seinastu ólavsøkurøðu fram í hesum valskeiðnum.

 

Løgtingsval verður í seinasta lagi leygardagin 19. januar 2008. Fyrireikingarnar til valstríðið eru í gongd, og hóast dentur fleiri ferðir hevur verið lagdur á, at tað skal arbeiðast seriøst fram til so stutt undan valinum, sum tað á nakran hátt ber til, so er eingin ivi um, at summarið, heystið og serliga veturin fara at verða lødd av valfepuri.

 

Í hesi vikuni hava fleiri spurningar, sum heilt víst fara at verða partur av valstríðnum, verið havdir á lofti. Nýggi fíggjarmálaráðharrin hevur spælt út við, hvussu hann heldur, at búskapurin skal temjast. Tað er ikki eins væl upptikið alla staðni, og landsstýrismaðurin hevur svarað aftur við at spyrja, hvat skal gerast, um tað ikki verður gjørt, sum hann sigur seg ætla.

 

Fiskidagaskipanin, friðingar, stovnsrøkt, veiðuroka og meiri, sum hevur við høvuðsvinnuna at gera, hevur verið frammi. Kommunal útjavning er komin aftur á breddan saman við kommunusamanleggingini, sum nú í fleiri ár hevur verið á politisku dagsskránni. Á Ólavsøku verður kirkjan yvirtikin, og tað er einki at ivast í, at etisku spurningarnir, sum fyrr í hesum valskeiðnum fyltu so nógv, fara at koma undan kavi aftur.

 

Føroyski presturin í Keypmannahavn fíltist í vikuni á, hví so nógv av lærdu og royndu fólkunum í Føroyum tiga og einki siga í almenna orðaskiftinum. Hann hevur grein í sínum máli. Tað hevði ríkað um samfelagskjakið og harvið verið gott viðspæl til politisku útmeldingarnar, um tað vóru fleiri enn skilagóði fyrrverandi fiskivinnustjórin, sum nú situr í London, sum góvu sítt íkast.

 

Sosialurin