ODDAGREIN: stoltleiki løgmans

Tað rakti eftir øllum at døma stolt­leika løgmans, at Sosialurin fríggj­a­dagin kundi dokumentera, at løg­mað­ur ikki gav rættar upplýsingar, tá hann inni á redaktiónini í Miðl­a­hús­i­num segði, at einki av fel­øg­u­num, sum hann hevur varðað av, hev­ur givið nøkrum tap, hvørki tí al­menna, privatum ella virkjum.

Hóast løgmaður fyrst á Facebook og síð­ani í tíðindaskrivi í gjár boðaði frá, at hann var skeivt endurgivin, so stend­ur tað rimmar fast, at løg­mað­ur er rætt end­ur­giv­in, og tað kunnu øll tey mongu fólk­ini, ið hoyrdu sam­røð­una, vátta. Tað sker eisini í eyg­uni hjá okkum, at løg­mað­ur nú – tíggju vikur eft­ir, at grein­in stóð í Sos­i­al­i­num, sig­ur seg vera skeivt endurgivnan. Ser­liga mis­teink­i­ligt er tað, at hann sig­ur tað, beint eftir at blaðið hevur prógv­að, at eitt felag hjá honum hev­ur giv­ið bæði landskassanum og priv­at­um tap.

Bæði sum politikari og sum vinnu­lívs­mað­ur mást tú taka á­byrgd. Tú mást taka ábyrgd av tín­um gerð­um, og tú mást taka ábyrgd av tí, tú sig­ur. Tað er at spæla høgt spæl at renna undan ábyrgd við leggja onnur undir órætt.

Á Sosialinum undraðust øll á tað, sum løg­mað­ur segði, tí tað var eyð­sæð, at tað ikki kundi passa, at fel­øg hans­ara fóru á húsagang utt­an at pá­føra nøkr­um tap. Tí settu vit okk­um fyri at kanna hesi við­ur­skifti. Hevði løgmaður sagt sann­leik­an hendan dagin, so var støðan ein onn­ur. Tí tað er ein erlig sak at mis­eydnast ella ikki at røkka til sum vinn­u­lívs­maður.

Tað er ikki krim­i­nelt at fara á húsagang, og vit hava ikki lagt løgmann undir nakað krim­i­nelt – og vit hava als ongan mis­tanka um, at hann persónliga skyld­ar land­inum ­peng­ar. Tí hava vit als ikki spurt løg­mann um tað.

Men vit spurdu løgmann, um á­kær­ur­nar, sum vórðu reistar móti hon­um og Jørgen Niclasen á Vága­porta­l­in­um vóru sannar um, at fel­øg hjá teim­um hava givið landinum tap av eitt nú MVG.
Ein sera einfaldur spurningur. Men tað nív­ir helst hjá løg­manni al­ment at leggja fram, hvussu nógv hans­ara virksemi hev­ur kost­að øðr­um, har­í­millum landskassanum.

Av onkrari løgnari orsøk fáa fjøl­miðl­­ar ikki innlit í búroknskapir í Før­oy­um. Tað eru bara tey, ið varða av fel­øg­unum og tey, sum hava mist peng­a­r, sum fáa hetta innlit.
Hóast løgmaður í gjár boðaði, at bú­rokn­s­kap­ir­nir eru al­menn­ir, og at ein og hvør kann fáa fatur á teim­um, so er tað ikki so, sum løgmaður sig­ur.

Sosialurin hevur tí biðið løgmann út­vega okk­um bú­rokn­skap­ir­nar, so teir kunnu al­manna­kunn­ger­ast, men løgmaður svarar bert, at hann »hevur onga viðmerking«...