Tað eru tær báðar, Gunvør Balle úr Tjóðveldi og Rigmor Dam úr Javnaðarflokkinum, sum hava lagt fram uppskotið, sum í stuttum gongur út uppá, at Kringvarp Føroya ikki longur sleppur at selja lýsingar og sponsorat. Hinvegin verður kringvarpsgjaldið frítikið fyri MVG – sum síðani verður latið Kringvarpinum. Tað merkir, at í staðin fyri at fáa 46 milliónir krónur inn í kringvarpsgjaldi, fær stovnurin eisini tær 11,5 milliónirnar, sum landskassin hevði fingið í mvg. Borgarin rindar tað sama í kringvarpsgjaldi frammanundan, meðan landskassin missir tilsvarandi mvg-inntøku.
Fyri privatu miðlarnar er tað altavgerandi, at viðurskiftini verða broytt. Tað hoyrir ongastaðni heima, at ein almennur stovnur, sum verður beinleiðis fíggjaður við brúkaragjaldi, samstundis sum stovnurin fær fleiri milliónir úr landskassanum til sendinet, eisini kann kappast við privatu miðlarnar, sum liva á hundrað prosent handilsligum grundarlag uttan eina einastu krónu í stuðuli.
Allir teir stóru flokkarnir hava umsitið mentamál tað sum farið er av hesi øldini, so vit kunnu siga, at allir fýra flokkarnir hava ligið á málinum. Tí er tað eitt gylt høvi hjá Bjørn Kalsø, sum nú varðar av málinum, at tryggja, at vit framyvir eisini kunnu hava privatar miðlar.
Um so er, at løgtingið ikki vil taka rættin hjá Kringvarpinum til at selja lýsingar frá stovninum, so eigur løgtingið samstundis at taka av kringvarpsgjaldið – ella at býta pengarnar, sum koma inn í kringvarpsgjaldi til allar miðlar.
Vit hava brúk fyri einum sterkum og góðum almennum public service stovni, sum Kringvarpi Føroya. Sum støðan er nú, so er skráin hjá Kringvarpinum spekkað við lýsingum og sponsoreringum. Eingin sending fer í lufta, uttan at lurtarin, sum við lóg er tvungin at gjalda kringvarpsgjald, fær at vita, hvør handilsmaður hevur sponosorerað sendingina. Samstundis sum hetta undirgrevur trúvirði hjá stovninum, so tekur tað eisini lívið úr privatu miðlunum.
Tað kann landsstýrismaðurin í mentamálum ikki standa modell til. Tað kunnu tingfólk heldur ikki.
Hóast uppskotið á ongan hátt gevur privatum miðlum almennan stuðul, so er tað gott. Tí við hesi broyting fáa privatu miðlarnir frið at arbeiða – uttan at kappast við sjálvan landskassan um lýsingarpengarnar.