ODDAGREIN: Talv á heimsstøði

HESAR seinastu dagarnar hevur Norðurlandahúsið - hetta okkara so kæra og frálíka hús - verið karmurin um eitt tað størsta talvtiltakið, ið hevur verið fyriskipað í Føroyum.

 

UMLEIÐ 30 telvarar hava sett hvørjum øðrum stevnu alla farnu viku. Millum teirra nakrir av heimsins bestu telvarum, her serstakliga komandi stjørnur á talvhimmalinum, unglingar, sum um ikki so mong ár fara at bjóða sjálvari heimselituni av. Tað er ikki langt við síðuna av at siga, at millum útlendsku telvararnar, sum hava víst fram síni kynstur í Norðurlandahúsinum seinastu dagarnar, finna vit ein komandi heimsmeistara. Meira um hetta inni í blaðnum.


HVÍ taka slíkt spæl sum talv fram á hesum stað? Jamen, hví ikki! Hóast talv ikki dregur eins mong til sín sum eitt nú fótbóltur, so er tað nakað serligt við hesum spæli. Nakað magiskt, nakað dragandi, nakað lívskveikjandi. At fara undir telving er eitt lívlangt projekt segði formaðurin í Talvsambandinum við útvarpið sunnukvøldið. Og hetta man helst eisini vera ein sannroydnunum - eitt av loyndarmálunum - við hesum spæli. Tú kanst byrja at telva sum heilt ungur, ja sum smádrongur og halda fram til tú er tilkomin ella komin longur upp í árini. Tú verður ongantíð liðugur at menna teg til ein enn betri telvara. Tað er avbjóðingin. Tað dragandi megin, magnetin í hesum fremstaav øllum heimsins spølum og kappingargreinum.


TAÐ er einki minni enn eitt bragd, tá okkara talvfólk megna at fáa fleiri av heimsins bestu telvarum at koma til Føroya og her geva okkara egnu telvarum íblástur. Tað krevur so sanniliga bæði hugflog, fyriskipanarevni og ikki minst dirvi og vilja at fáa heimselituna henda vegin. Nýggja teldutøknin letur eisini upp fyri ótrúligum nýggjum møguleikum. Kring allan heimin kunnu telvarar fylgja heimselituni, sum telvar í Norðurlandahúsinum. Tað skapar í sær sjálvum aftur áhuga fyri hesum fjarskotna blettinum á heimskortinum. So ikki bert fótbólturin er ambassadørur fyri føroysku tjóðina. Talvið er tað so sanniliga eisini.


VIT eru fá og smá men vit megna nógv vilja vit tað. Tað hava ikki minst okkara ítróttafólk víst á vølli. Men tað eru ikki bara úrslitini, sum telja. Tað at vera við, tað at vísa áhuga, tað at vera við til at skapa nakað, seta í gongd, fyriskipa og rætt og slætt geva lívinum eitt innihald aftrat er so sanniliga eisini at meta um eitt gott úrslit - og er aftur tann so altavgerandi og týðandi íblásturin til at vilja koma víðari. Og hann kemur nettupp við at bjóða teimum stóru av og at síggja teir bestu royna seg á heimabeiti. Hóast okkara telvarar ikki megnaðu tað heilt stóra í drúgvu kappingini, so hevur tiltakið verið ein góð upphiting til ta olympiadu, sum talvlandslið okkara nú fer til. Seinast í hesum mánaðinum fara nakrir av okkara fremstu telvaraum til Turkaland at umboða føroysku tjóðina í talvolympiaduni. Vit kunnu bert ynskja teimum góða kapping. Og lat okkum eisini takka Talvsambandinum og teimum fyritøkum, sum hava viljað stuðlað, fyri eitt frálíkt tiltak.


NORÐURLANDAHÚSIÐ hevur verið karmurin um hetta stóra tiltak og hevur enn einaferð staðið sína roynd. Hetta frálíka og lívsheita hús hevur vissuliga verið føroysku tjóðini og hennara virðum kærkomið. Húsið hevur fyrst og fremst verið flaggberi fyri mentanarlig avrik, men tað er eisini í miðdeplinum, tá vinnulívsfólk fylkjast at røða um framtíðar vinnumál. Komandi vikuskiftið er fiskivinnuting í húsinum. Í næstu viku er oljuvinnuráðstevna har. Og í farnu viku vóru talvfólkini har. Føroyingar allir sum ein hava alla orsøk til at fegnast um hetta frálíka hús, sum skorar eitt 11-tal fyri og annað eftir. Og vit vilja eisini bera leiðsluni og starvsfólkunum har øll góðynski.


Sosialurin