ODDAGREIN: Tey ríku skulu hava meira

Sambært samgonguskjalinum hjá borg­a­ligu samgonguni skal lógin um, at pen­sjón­ir­nar skulu skattast við inn­gjaldi held­ur enn út­gjaldi set­ast í gildi longu 1. januar 2012. Tað vil siga um 40 dagar. Um hetta lyft­ið skal ganga út, so skal politiska skip­an­in ar­beiða skjótt, og so skulu tey rokn­i­kønu í Fíggj­ar­mál­a­ráð­num, í skattaumsiting og í pen­sjóns­fel­øg­um eisini arbeiða skjótt.

Sama dag sum hendan broyt­ing­in fer fram, tek­ur Bank­Nordik yv­ir helm­ing­in av Lív, sum bankin sol­eið­is hev­ur keypt undir skeivum for­treyt­um frá lands­stýrinum, tí talan verð­ur ikki um tað gullnám, sum bank­in helt tað verða, tá keyp­ið varð av­talað.

Og sama dag kunnu tey í Før­oy­um, sum eru í tí ríkara end­a­num fegnast um, at nú verða tey enn ríkari, tí hendan dagin kem­ur skatt­a­lætt­in eisini í gildi. Skattalættin, sum verð­ur fíggj­að­ur við at skatta tær pen­sjónir, sum komandi ætt­ar­lið­ið av pen­sjón­ist­um skal fáa eina­ferð í fram­tíðini.
Fáur hevði væntað, at uppskotið hjá Fólk­a­flokkinum hevði nakran kjans at vinna frama í politisku skip­an­ini. Kanska serliga tí, at løgmaður sjálv­ur lovaði í valstríðnum, at vit fingu ongan skattalætta.

Men okkurt er broytt hjá løg­mann­i. Í øll­um før­um stend­ur hann sum leið­ari fyri eini tí mest re­ak­ti­óneru sam­gong­uni í nýggj­ari tíð. So stórar broytingar, sum hend­an sam­gong­an hevur sett sær fyri, eru valla fram­d­ar síð­ani Javn­að­ar­flokk­ur­in fekk fólka­pen­sjón­ina í gjøgn­um eftir løg­tings­val­ið í 1958. Tí er tað av sonnum ein politisk koll­velt­ing, stend­ur fyri framman.

Um tað er gott ella ring veldst um eygað, sum sær. Fyri tey lág- og mið­al­løntu hevur skattauppskotið mill­um lítlan og ongan týdning. Fyri tey við høgum inntøkum hevur upp­skot­ið sera stóran týdning, tí tey við teim­um feitu inn­tøk­u­num, tey kunnu gleða seg til at fáa upp í 7.000 krónur í skattalætta um mán­aðin!

Bera vit saman við flakakvinnuna ella ar­beiðs­mannin – ella tann sum for­vinn­ur um­leið 200.000 krón­ur um ár­ið – ein skatta­lætt­a upp á ein­ar 75 krónur.

Tað merkir, at Sam­bands­flokk­ur­in, Fólk­a­flokk­ur­in, Sjálv­stýr­is­flokk­ur­in og Mið­flokk­ur­in halda tað vera í fín­asta ord­an, at skatt­a­­lætt­in til tey ríku er 100 ferðir so stór­um, sum skatta­lætt­in til tey á teim­um nið­astu rók­u­num.

Vit fingu tað stýri, vit hava valt. Mong á teim­um nið­astu rók­u­num hava valt hetta stýrið, sum hevur hev­­ur ta hugsjón, at tey ríku skulu ger­ast rík­ari...