ODDAGREIN: Tokið koyrir víðari

Í skrivandi stund er tað ikki vorðið alment, at Sjálvstýrisflokkurin fer at geva løg­manni krakk – nú løg­mað­ur sjálvur hósdagin gav Kára P. Høj­gaard krakk.

Løgmaður stendur klárur á perr­ong­ini í kvøld við floytuni, og tá er vænt­andi, at tokið koyrir – fyri at brúka terminologiina hjá løgmanni, sum hesaferð var jarnbreytin.

Sjálvstýrisflokkurin kann illa gera annað, enn fara úr sam­gong­uni, eftir at løgmaður so­leið­is hev­ur givið flokkinum og floks­for­mann­­inum knívin í ryggin. Tí tað er júst tað, løgmaður hevur gjørt. Kári P. Højgaard er ikki orsøk til meira pol­itiskt rumbul, enn sjálvur løg­maður, sum sjálvur hevur fløkt málið í ein ellubita. Kári P. Høj­gaard ætlaði at brúka sína heimild, sum hann sigst hava – og sum løgmaður fleiri ferðir hevur lagt dent á, at hann hevði. Tískil hevði støðan als ikki verið so fløkt, um løgmaður annaðhvørt ikki blandaði seg upp í málið hjá Kára P. Højgaard, ella um hann lurtaði eftir ávaringunum beinanvegin – heldur enn at koma sum ketta úr høvdatrog og steðga málinum í tólvta tíma. Tað er tí, at løgmaður sjálvur hevur fløkt málið, meðan Kári P. Højgaard væl og virðiliga kann siga seg at hava arbeitt í góðari trúgv.

Tað er sera ivasamt, hvussu trygt løgmaður nú kann føra tokið víðari. Samgongnan viknar uttan Sjálvstýrisflokkin, hóast meirilutin framvegis er intaktur.

Andstøðan stendur ikki so sterk, sum hon kundi, um Fram­sókn­arflokk­ur­in ikki var farin í tvín­ing­ar – og tey sum valdu Framsókn kunnu nú kanska síggja, at júst teirra atkvøða, sum skuldi vera eitt alternativ til Fólkaflokkin, verð­ur av­ger­andi fyri, at sitandi sam­gong­an kann halda fram. Ógv­u­liga sann­líkt er, at Janus Rein fer at gera sær dælt av støðuni, nú Jen­is av Rana er veikasta liðið í ke­t­uni hjá løgmanni.

Tað kann geva Janusi eitt gott høvi at koma inn í borgarliga samgonguhitan. Part­ur av landsstýrinum verður hann tó ikki, tí hann kann ikki lata ting­sess­in frá sær.

Tá tingfundur verður í moring verð­ur valla reist misálitisuppskot á løgmann. Ger andstøðan tað utt­an at hava tryggjað sær meirluta framm­anundan, so skýtur hon seg í fót­in, tí eitt miseydnað misáliti er eitt álit, og tað er valla tað, ið and­støðan vil geva løgmanni.

Hó­ast støðan er spent, so kann løg­mað­ur føra tok sítt víðari. Men leiðsl­an er viknað, og tí kann tokið skjótt aftur fara av sporinum...