Oddagrein· Ótolandi umstøður

Hølisviðurskiftini hjá studentaskúlanum í Hoydølum eru vorðin ótolandi. Hetta kann uttan víðari staðfestast, og man eingin yvirhøvur vera í iva um, at her má vend koma í. Hví er støðan vorðin so ótolandi? Hvat er tað, sum forðar eini skilagóðari loysn, og hví er skúlin ikki umvaldur fyri langari tíð síðani? Fyrst kann staðfestast, at hesin skúli, sum hevur havt so stóran týdning fyri samfelagsmenningina, altíð hevur verið ein politisk kastibløka. Tá løgtingið í 1937 tók politisku ábyrgdina av skúlanum, átók tingið sær eisini stóra fíggjarliga ábyrgd av at útvega skúlanum hóskandi høli.

Løgtingið livdi ongantíð upp til hesa ábyrgd. Tá landsstýrið eftir 1948 fekk ábyrgdina av skúlanum, gjørdist skilið ella óskilið tað sama. Í áratíggjur var skúlin eitt politiskt klandursmál. Sum dømi kann nevnast, at nýggjur skúli var projekteraður at byggja sunnan fyri plantasjuna í Havn. Alt var klárt, sjálvt arbeiðsskúrarnir vórðu settir upp, tá politikkur kom í málið og alt varð avlýst. At enda samdust flokkarnir um at flyta skúlan í niðurlagda sanatoriið og at byggja út har á staðnum. Bygningurin var ikki tann best hóskandi og var alt ov lítil. Nú er hann niðurslitin og beinleiðis vandamikil. Hetta óskil kann ikki halda fram. Hvat er so til ráð at taka? Svarið liggur púra greitt: slummið má umvælast skjótast, samstundis sum ein politisk avgerð má takast um staðseting skúlans í framtíðini. Øll sunn fornuft sigur, at skúlin eigur at staðsetast á komandi deplinum í Marknagili. Henda loysn er eftir øllum at døma illa dámd millum lærarar í Hoydølum. Hesir hava sínar grundgevingar, men fyri almenningin er tað ein gáta, at málið onga loysn fær, hvør er veruliga forðingin, hvør so enn stendur við ábyrgdini her og har. Er tað ikki so, at allir hentleikar verða á deplinum í Marknagili, og at staðið har eisini verður karmur um okkara komandi universitet! Hetta mátti tí verið upplagt. Nú er tolið við at vera uppi hjá øllum. Ein komandi samgonga kann tí ikki loyva sær at rysta á hondini men eigur at gera skjótt av og skapa semju um at flyta skúlan til komandi Marknagilsdepilin ella fáa eina breiða politiska semju um at byggja í Hoydølum. Henda seinna loysnin vita vit verður bæði dýr og órationel sum verklagi og dýr í rakstri. Sama ger, nú má vend koma í. Móttmælisgongan í gjár var ikki fjas og fjant. Hon avdúkaði eina fullkomiliga ignoranta og ókvalifiseraða støðutakan til eitt stórmál. Hvussu nógva orku brúka vit til at tosa um íløgur í “deyð” ting so sum tunlar. Framtíðin liggur fyrst og fremst í okkara menniskjansliga tilfeingi, og her átti útbúgving av okkara komandi ættarliðum at talt nógv meira. Sosialurin