Oddagrein· Verkamannadagur

Í dag er fyrsti mai, og hesin dagur er sum øllum kunnugt altjóða verkamannadagur. Um allan heim verður hesin dagur hildin við fundum, kravgongum og ymiskum tiltøkum alt eftir umstøðunum. Upprunaliga var fyrsti mai ásettur av altjóða verkamannarørslu til tess at minnast offrini fyri harðskapi myndugleikanna mótvegis verkamonnum. Tey seinastu stórthundrað árini hevur dagurin verður nýttur til at minna á krøv verkfólksins, at vísa samhaldsfesti og styrki.

Nógv er broytt síðan verkamannarørslan av álvara tók seg fram. Upprunaligu krøvini vóru átta tíma arbeiði, átta tíma frí og átta tíma hvíld. Í framkomna ídnaðarheiminum eru hesi krøv langt síðan rokkin. Nú eru tað onnur krøv og onnur mál, sum eru á dagsskrá hjá altjóða verkamannarørsluni, tó so at lønarkrøvini enn sum áður eru frammaliga í huganum. Men krøv um heilsugott arbeiðsumhvørvi, ávirkan, samhaldsfesti við Triðja heimin, javnstøða millum kvinnur og menn, eftirútbúgving og serstakliga eftirlønarmál eru nú ovast á dagsskrá hjá verkamannarørsluni í nútímanssamfelagnum.

Altjóða verkamannarørslan hevur eisini markerað seg við at sýna samhuga og samhaldsfesti við demokratisku kreftirnar í teimum pørtum av heiminum, har einaræði og harðræði valdar. Í mong ár vóru norðurlendsku verkamannarørslurnar á odda í stríðnum móti apartheid og rasismu. Innan altjóða verkafelagsskapin ILO eru hesar rørslur framvegis í fremstu røð, tá tað ræður um at tryggja gott arbeiðsumhvørvi og sjálvsøgd rættindi hjá verkafólki í Triðja heiminum. Samantikið kann tað staðfestast, at hóast nógv broyttar umstøður og eitt støðugt batnandi vælferðarsamfelag er enn sum áður tørvur á verkamannarørsluni. Eisini her í Føroyum hevur henda rørsla havt stóran týdning fyri samfelagsmenningina og fyri at bøta um livikorini hjá teimum, sum bert hava hendurnar at líta á. Soleiðis fer tað eisini at verða framyvir og fara vit her at ynskja føroysku verkamannarørsluni góða eydnu í virkseminum fyri bøttum lívskorum.
Sosialurin