Hví kemur eingin beinleiðis viðmerking til okkara fiskivinnupolitikk frá Vinnuhúsinum? Vinnupolitikkur og fiskivinnupolitikkur kunnu ikki skiljast frá hvørjum øðrum, og tí eigur ein orðaður vinnupolitkkur at verða galdandi fyri alla vinnu. Hvat heldur Vinnuhúsið um marknaðarbúskap í fiskivinnuni á sjógvi? Hvat heldur Vinnuhúsið um skattalættan til sjófólkið, ið er ein rakstrarstuðul til reiðaríini, sum skeiklar vinnumynstrið og leggur trýst a lønirnar á landi?
Av Vinnuhúsinum nógv rósti vinnupolitikkurin, ið var orðaður í 1999 hevur ikki nógv uppá seg, tí hann er so generelt orðaður, at so at siga eitt og hvørt politiskt initiativ kann skákast inn undir henda politikk. Oðringarnar bera brá av at verða tiknar úr lærubókum innan organisatiónsteori og netverksteori, uttan stórvegis viðgerð. Sjálvandi er tað rætt, at ?fjøltáttað samskifti er ein fortreyt fyri menning?, og at krøv um nýhugsan eru til vinnuna, men hvat merkir hetta reint praktiskt? Trupulleikin við so generellum og sjálvfylgiligum orðingum er, at vinnupolitikkurin reint faktiskt ikki víkir frá tí, ið hevur verið vinnupolitikkur tey seinastu tíggjuárini, nevniliga, at landið skal skapa karmar, ið eru mennandi og stimbrandi fyri føroyska vinnu. Gamaní er ringt at finna gomul vinnupolitisk stevnumið á internetinum, men bert tað, at tey ikki eru á internetinum, merkir ikki, at tey ikki eru til.
Leysar orðingar um at lata marknaðarkreftirnar ráða verða dagliga punkteraðar av ásannanini av, at marknaðarkreftirnar ikki megna at fremja nýggjar vinnur uttan landsins hjálp. Hvar hevði ferðavinnan verið í dag, um landið ikki í 1975 og aftur í 1983-84 var við at leggja lunnar undir ferðavinnuna? Kanska Vinnuhúsið ger tað ómøguliga, og finnur eitt G8 land, ið ikki hevur almennar stuðulsskipanir av onkrum slagi. Hví man tað verða so? Vita G8 londini ikki betri? Kann tað hugsast, at Vinnuhúsið hevur gloymt, at eins og kommunisman, so virkar tann fríi marknaðurin uttan almenna regulering bert í teori og ikki í praksis.
Vinnuhúsið fortelur eisini, at bert vinnuframaskipanir, ið vinnuni tørvar, skulu verða settar í verk. Veit vinnan altíð hvørjar vinnuframaskipanir, henni tørvar? Tað er vert at bíta merki í, at grundleggjandi broytingarnar fyrst í 90?unum innan alivinnu og vinnu annars við avtøku av skaðiligum stuðulsskipanum o.ø. vóru gjørdar, ikki eftir tilráðing frá vinnuni, men politiskt. Søguliga síggja vit, at vinnan hevur dugað sera illa at sæð fram í tíðina, og tíverri sær tað sama út til at gera seg galdandi í dag, har vit bert fáa at vita, at núverandi vinnupolitiska kós skal haldast. Álvaratos, væntar vinnan ein Marxistiskan búskap ella hvat?
Tað er eitt sjúkutekin, at vinnan ikki sjálv kemur við tilmælum um t.d. at kanna eftir, um skipanin við skiftisøkjum í alivinnuni verður brúkt, sum hon skal. Hvat sigur tað um eina vinnu, at hon ikki kundi gera eina verjuætlan móti ILA fyri eina hálva millión, uttan landið mátti veita studning. Er hetta ein vinna, ið dugir at líta frameftir? Er hetta ein vinna, ið verður væl stýrd? Tað skal verða okkara vón, at eitt kjak á einum praktiskum støði uttan flosklar um vinnu kontra tað almenna verður tikið upp í samband við alla vinnu, bæði á sjógvi og landi undir einum.
Sosialurin