Punktum verður sett í hondbóltsárinum 2016 í dag. Fult umfar er í FTZ-deildini, har seks av teimum sjey liðunum í deildini eru í leiki. Tveir av dagsins trimum dystum eru avgreiddir. Á Skála tók StÍF ímóti H71, meðan Team Klaksvík tók ímóti VÍF í Badmintonhøllini.
Hóast heili 13 stig skildu StÍF og H71 undan dystinum, so var tað StÍF, sum legði seg á odda 9-5 tíðliga í fyrra hálvleiki. Hetta elvdi til, at venjarin hjá H71, Sonni Larsen, tók eitt timeout, har tosað varð við teimum heilt stóru bókstavunum. Uppsangurin gav úrslit, tí tað eydnaðist H71 at hála leiðsluna hjá strandingum innaftur undan hálvleikssteðginum. Liðini fóru til hálvleiks við støðuni 11-11.
Í seinna hálvleiki eydnaðist tað í størri mun hjá hoyvíkingum at vísa, hví teir eru fremstir í FTZ-deildini. Endaliga úrslitið gjørdist 24-21 til H71, sum nú hevur vunnið heili seks dystir á rað.
Toppskjútti á Skála gjørdist maðurin, sum ikki stóð á dómaraseðlinum hjá H71 í dystinum ímóti VÍF farna vikuskiftið, Hilmar Leon Jakobsen. Í dag var hansara navn at finna á dómaraseðlinum, og takkaði hann fyri álitið við at skora 10 mál.
Í Klaksvík var onki ivamál, tá ið vestmenningar vitjaðu hjá botnliðinum í deildini. Dysturin var longu væl og virðiliga avgjørdur í fyrra hálvleiki, tá ið VÍF fór til hálvleiks á odda 22-11. Í seinna hálvleiki eydnaðist tað vestmenningum at økja um leiðsluna til endaliga úrslitið, ið gjørdist 43-25.
Sigrarnir hjá oddaliðunum í FTZ-deildini merkja, at hoyvíkingar halda jól og nýggjár sum oddalið og á fyrra finaluplássinum við 25 stigum, meðan VÍF er nummar tvey og á seinna finaluplássinum við 21 stigum.
Seinasti dysturin í hondbóltsárinum 2016 byrjar nú klokkan 18 í Kollafirði, har KÍF og Kyndil bresta saman.
Málskjúttarnir frá dagsins fyrstu dystum í FTZ-deildini síggjast niðanfyri:
StÍF-H71 21-24 (11-11)
StÍF: Sveinur Justinussen 8, Allan Norðberg 6, Pætur Johansen 4, Borgar Persson 2 og Pætur Joensen 1.
H71: Hilmar Leon Jakobsen 10, Dánjal Tórgarð 6, Sigmundur Nolsø 2, Hans Kári Hansen 2, Vilhelm Poulsen 2, Pætur Thomsen 1 og Bogi Gaard Davidsen 1.
Team Klaksvík 25-43 (11-22)
Team Klaksvík: Birgir Poulsen 6, Finnur Hansson 6, Vilhelm Vilhelmsen 5, Andrias Ellingsgaard 2, Sámal á Tjaldrafløtti 2, Dánjal Kjærbo 1, Aron Johannesen 1, Hans Arni B. Thomsen 1 og Beinir Johannesen 1.
VÍF: Julian Olsen 10, Filip Jojic 9, Sjúrður Olsen 5, Jón Müller 5, Høgni Zachariassen 4, Jugoslav Djumic 4, Johan í Garðastovu 2, Rúni Joensen 2 og Andrias Eriksen 2.