Oddaliðið vann trygt í Vági

Tað var ongin slingur í valsinum, tá ið neistakvinnur fyrr í dag vunnu á útivølli ímóti VB.

Gomul mynd

Tað var toppur ímóti botni, tá ið VB fyrr í dag tók ímóti Neistanum í høllini í Vági. Undan dystinum var Neistin á ovasta plássi, meðan VB var á niðasta plássi, og hendan støðan er ikki broytt eftir dagsins dyst. 

 

Sum væntað vann Neistin dystin. Endaliga úrslitið gjørdist 28-21 til útiliðið. Tað leikaði tó javnt í fyrra hálvleiki, tí at hálvleiksstøðan var 13-13. 

 

Neistin er oddalið í deildini við 23 stigum fyri 13 dystir, meðan VB bert hevur trý stig eftir 12 spældar dystir.

 

Málskjúttarnir í dystinum kunnu síggjast niðanfyri:

 

VB: Danijela Mistric 9, Gurið Mortensen 5, Rúna M. Jacobsen 2, Svava Vestergaard 2, Ingrida Koudyte 2 og Laila J. Eysturberg 1.

 

Neistin: Marjun Danberg 9, Nicoleta Hansen 5, Jacklin Durhuus 4, Eir Berg 4, Birita Jacobsen 3, Lilja Mohr 2 og Birita Wardum 1.

Gomul mynd

Gomul mynd

Gomul mynd

Gomul mynd

Gomul mynd