Spenningurin heldur sær í bestu mansdeildini. Tey trý oddaliðini hava øll spælt um vikuskfiftið, og tey greiddu øll trý sína skyldu.
VÍF spældi í gjár í Klaksvík. Har haltaði alvorliga hjá oddaliðnum undan steðginum, men í seinna hálvleiki vístu teir gulu, hví teir eru oddalið í deildini.
Kyndil var í dag í Kollafirði, og teir vunnu ein hampuliga sannførandi sigur móti KÍF. Undan steðginum høvdu vertirnir munin, men í seinna hálvleiki gjørdu teir grønu bart. Móti dystarenda pyntaði KÍF nakað um úrslitið, men spenning fingu teir ikki skapt aftur í dystin.
Seinasti dysturin var á Skála, har H71 vitjaði StÍF. Strandingar hildu allan dystin stutt tjóður í H71, men hoyvíkingar stríddust fyrimyndarliga væl, og tað eydnaðist teimum at halda fast um sera týdningarmikla sigurin.
Úrslit
Team Klaksvík-VÍF 24-33 (14-13)
KÍF-Kyndil 22-25 (12-11)
StÍF-H71 26-28 (11-12)
Støðan
VÍF 28 stig
H71 25
Kyndil 25
Neistin 18
KÍF 15
StÍF 9
Team Klasvík 6