AB boðar í kvøld frá, at venjararnir báðir eisini halda fram komandi ár.
Oddbjørn Joensen tók yvir tíðliga í ár, tá Bill McLeod Jacobsen gjørdi av at gevast sum venjari hjá AB.
Sum hjálparvenjara fekk hann aftrat sær Morten Overgaard, og teir báðir megnaðu at halda AB í bestu deildini.
Og teir halda báðir fram sum venjarar komandi ár hjá AB.
Felagið á Argjum hevur longu skrivað undir við fleiri at leikarunum frá í ár, umframt onkran nýggjan leikara, so hópurin fer longu nú at líkjast. Teir ætla sær á Argjum at gerast minst nummar átta komandi ár.