Oddgrein·Ein syngjandi lúsingur til Føroya fólk

Mikudagin samtykti Løgtingið fíggjarlógina. Samanumtikið verður tað trengri hjá føroyinginum at húsast. Samgongutingmenninir samtyktu øll uppskotini hjá meirilutanumn í Fíggjarnevndini, hóast arbeiðsgevarar, fakfeløg hjá tímaløntum og bøndur mótmæltu.

Samstundis feldu samgongutinglimir øll broytigaruppskot hjá minnilutanum. M.a. uppskot at skerja miðfyrisitingina, sum er bólgnað upp undir hesum landsstýrinum, og hevur fingið heili trý nýggj aðalráð.

Andstøðan á tingi helt, at her kundi sparast. Sparingar sum ikki raktu vanliga fólkið. Men Fólkaflokkurin, sum hevur talað og skrivað ímóti stóra almenna sektorinum seinastu 25 árini, gongur ímóti sínum egna politikki, vælsignar henda vøkstur, og atkvøður ímóti.

Tí kunnu vit staðfesta:
-Tað verður dýrari at sigla við strandfaraskipunum, tí SL fær lægri játtan. Hetta rakar fyrst og fremst újaðaran, serliga Suðuroynna!
-Mjólkin verður dýrari, tí brúkarastuðulin til bøndur verður skerdur. Hetta rakar fyrst og fremst barnafamiljurnar!
-Barsilsskipanin skal broytast. Hetta fær fyrst og fremst avleiðingar fyri tímalønt, m.a. flakakonur. Avleiðingin rakar ungu familjurnar og bygdirnar, har virkini eru!
-Endurgjaldið til meistarar fyri skúlatíðina hjá lærlingum lækkar. Vandi er fyri, at lærlingatalið lækkar. Meistarar skulu hava fleiri pengar inn og handverksarbeiði verður helst dýrari!
-Dagpeningaskipanin skal ikki gjalda fyrsta sjúkradagin. Tað skulu arbeiðsgevarar. Teir hava longu sagt, at hetta fær avleiðingar fyri tey veiku, sum hava flest sjúkradagar. Peningur fyri sjúkraendurgjald skal fáast inn og tí verða arbeiði dýrari, og kappingarførið versnar!
-Inntøkutrygdin hjá fiski- og útróðrarmonnum lækkar.
-Ítrótturin fær minni pening til ferðing. Tað rakar fyrst og fremst útjaðaran.
-Pápar missa endurgjald fyri barnapening og uppihaldspening fyri fyrrverandi hjúnafelaga. Tað rakar eisini børnini!
-Sjúkrahúsini fáa minni pening. Tað fær sjálvandi avleiðingar fyri røktina og bíðilistarnir leingjast.
-Stuðul til vinnuframa og gransking lækkar. Tað fær avleiðingar fyri strembanina at skapa størri virðisøking og fleiri arbeiðspláss.

Umframt henda syngjandi lúsingin hækkar sjónvarpsgjaldið heilar 500 kr. árliga, so strembanin ímóti einum sjálvberandi búskapi er ein dyggur smeitur fyri privata búskapin ? fyri vanliga føroyingin!