Oddgrein· Samstarv í Útnorði

Útnorðursráðið hevur júst havt ársfund í Føroyum. Útnorðursráðið er eitt ráð, ið er sett saman av tingmonnum út Íslandi, Føroyum og Grønlandi. Soleiðis sum viðurskiftini eru í Útnorði er ivaleyst nógv at samstarva um. Londini í Útnorði hava á mangan hátt einsháttaðar fortreytir. Øll trý lond liva av fiskivinnu, og havumhvørvið og havsins livandi tilfeingi hevur tí tann størsta áhuga hjá øllum í hesum trimum londum.

Útnorðursráðið hevur tí altíð sýnt Norðuratlantshavinum og havumhvørvinum stóran áhuga. Útnorðursráðið hevur skiftandi høvuðsevni á skránni og í ár er tað so heilsustamstarv í Útnorði, sum hevur ráðsins áhuga. Heilsa og heilsuviðurskifti í Arktis og sostatt eisini í Útnorði er eitt sera aktuelt mál júst í hesum døgum. Stórar kanningar, har eitt nú føroyingar hava tikið lut, hava víst, at tað er ikki vandaleyst at nýta havsins súgdýr sum føði. Hetta hendir samstundis, sum vit her í Føroyum halda fast um rættin at drepa grind og íslendingar eru farnir undir aftur avmakraða stórhvalaveiðu. Alt hetta fer ivaleyst at føra til eitt størri trýst frá umhvørvisfelagsskapum. Hartil kemur politiskt trýst. Sum kunnugt hevur USA longu nú lagt stórt trýst á Ísland til tess at fáa landið at gevast við sildrekaveiðuni.

Umframt Útnorðursráðið hevur ráðgevandi bólkur hjá Arktiska Ráðnum hildið fund í Føroyum. Hesin bókur, har Føroyar hava umboð, fylgir við umhvørvinum í Arktis. Hóast Føroyar ikki kunnu sigast beinleiðis at vera partur av Arktis, so hevur nógv, sum hendir í Arktis, ávirkan á tað, sum hendir her hjá okkum. Hetta er serstakliga galdandi fyri náttúruna og fyri burðardygga nýtslu av havsins ríkidømi. Sum kunnugt er almenningurin í Vesturheiminum hart ímóti, at livandi tilfeingið í Norðurhøvum verður troytt. Hetta er í sjálvum sær ein hóttan. Ein onnur hóttan er tann dálking, sum kann gera tað vandamikið at eta sjóføði. Hendan dálking kemur í stóran mun frá teimum, sum vilja nokta okkum í Útnorði at troyta havsins tilfeingi. Besti háttur til tess at takla hesar trupulleikar er at samstarva. Tað er tí sera umráðandi, at politiska samstarvið í Útnorðri verður ment og styrkt. Eisini er umráðndi, at hetta samstarv verður víðkað til londini í Arktis. Fleiri av hesum londum t.d. Rusland og USA eru millum stórsyndararnar, tá vit hugsa um dálking av havinum, samstundis sum tey hava stóran áhuga fyri náttúru og umhvørvi í Norðurhøvum. Her er ivaleyst nógv at tosa um og nógv at samstarva um.

Sosialurin