Oddgrein· Satsa har vit hava førleikarnar

Hóast vánaligar konjukturar gera seg galdandi í búskapinum hjá stórum pørtum av føroyskum vinnulívi, so eru tað tó tey, sum mennast og bróta upp úr nýggjum.

Eitt av hesum feløgum er Thor í Hósvík, sum í dag hevur skip síni í arbeiði á mestum øllum heimsins høvum - frá Norðsjónum til Mexikanska Flógvan og til strendur Afrika. Thor, sum hevur ment sítt virksemi stig fyri stig - og hevur valt at hava fleiri bein at standa á tvs. bæði fiskiskip og frálandaskip - gjørdi nú um dagarnar enn eina íløgu í framtíðina, tá tað keypti eitt frálandaskip í Noregi fyri umleið 20 mill. kr. Skipið kom fyri fyrstu ferð á Hósvík í vikuskiftinum og fær skipið navnið "Thor Supplier" . Talan er um ein kombinerðan supply- og standbybát. Tvs. at hann bæði kann flyta vøru til og frá oljupallum og hava vaktarhald við pallin. Ætlanin er at brúka nýggjasta skipið í Thor-flotanum sum veitingarskip hjá seismikkskipum í byrjanini. Sáttmáli er gjørdur við Mærsk um uppgávur í danska partinum av Norðsjónum.

Hesi tíðindini, sum vit høvdu í gjár eru sera áhugaverd. Tey eru ikki bert áhugaverd, tí talan er um ein vinnuligan glotta, men eisini tí, at her er talan um eina vinnuliga hending, sum eigur at fáa okkum at steðga á og hugsa okkum um. Í hesum døgum verður javnan talað um, at Føroyar eiga at finna nýggjar vinnur. Vit mugu finna nýggj bein at standa á, vit mugu hava alternativ til fiskivinnuna. Víst verður á KT, á úrdráttir úr innvøli á fiski, á ferðavinnuna, á mentanarídnaðin o.m.a. Tað tykist, sum viti í hesum orðaskifti gloyma tað, sum er mest nærliggjandi, tá talan er um at finna alternativ til fiskivinnuna. Í eini støðu, har alternativ til eina høvuðsvinnu skulu finnast eigur ein fyrst og fremst at leita eftir møguleikum á økjum, har fólkið frammanundan er dugnaligt. Vit føroyingar duga alt, sum hevur við havið og sjógvin at gera. Tað er ikki tómt reyp, tá ið tað verður sagt, at vit eiga heimsins besta sjófólk. Tað er í upplagt at royna at menna vinnur, sum eru knýttar at havinum. Vit eiga at statsa, har vit hava førleikarnar. Tað er við hesum í baksýni, at Thor-flotin er so áhugaverdur. Leiðslan hevur funnið nakrar røkur, har vit duga eins væl ella betri enn okkara kappingarneytar. Hetta er ivaleyst ein orsøk til, at henda verkætlanin hjá hósvíkingum tykist at fara at eydnast.

Tað er einki at ivast í, at tað eru stórir møguleikar fyri føroyskt vinnulív á ymsum økjum við tænastuveitingum á sjógvi. Væl vita vit, at kappingin frá laglønarlondum er hørð og støðugt harðnar, men vit hava so tann fyrimunin, at neyvan nakar megnar tað, ið vit megna tá talan er um alt, sum hevur við sjómanskap og rakstur av skipum at gera. Vit hava altso enn nakrar førleikar, sum gera okkum sterk í kappingarhøpi. Tað ræður tí um at varðveita og menna hesar førleikar. Tað gera vit m.a. við støðugt at menna sjómansskúlarnar og við at tryggja teimum nóg mikið av lesandi. Sum kunnugt knípur við hesum síðsta, og er hetta kanska ein tann strøsta avbjóðingin hjá skúlum og útbúgvingarmyndugleikum í dag.
Sosialurin