Oddsini eru púra jøvn millum KÍ og Víking

Her eru oddsini upp á dystin millum KÍ og Víking

Savnsmynd

Klokkan 15 í morgin verður stórdystur við Djúpumýru í Klaksvík. Tá taka verandi meistararnir, KÍ móti oddaliðnum í Betreideildini, Víkingi.

 

Víkingur er fremst við fullum stigatali, 24 stig fyri átta dystir. KÍ er nummar trý við 18 stigum.

 

Oddsini sum altjóða veddingarfyritøkur lata upp á dystin eru púra jøvn.

 

Miðaloddsini upp á heimasigur til KÍ eru 2,49.

 

Miðaloddsini upp á javnleik eru 3,24.

 

Miðaloddsini upp á útisigur til Víking eru 2,61.

 

HER eru oddsini:

 

##med2##

 

##med3##

 

Savnsmynd