KÍ boðar í dag frá, at felagið hevur longt sáttmálan við Odmar Færø. Hann er nú bundin at KÍ fram til endan av 2025.
- Sterki landsliðsmiðverjin, Odmar Færø hevur skrivað undir trý ára sáttmála við KÍ.
Odmar Færø, sum við kønari hond hevur stýrt verjuni hjá KÍ síðani 2020, tekur trý ár afturat á liðnum. Hann kom til Klaksvíkar undan kappingarárinum 2020 og hevur spælt 65 dystir í kongabláa búnanum, skrivar ki.fo.
- Eg vildi ikki, at tíðin í KÍ skuldi fáa ein enda, sigur miðverjin við heimasíðuna hjá felagnum.
Odmar Færø hevur skorað tilsamans átta mál fyri KÍ. Sjey mál í Betri deildini og eitt í søguliga Conference League dystinum móti Rigas FS við Djúpumýru í 2021.
- Odmar er í sínum besta formi og hevur ongantíð verið so góður sum nú, sigur Mikkjal Thomassen við heimasíðuna hjá KÍ.
KÍ hevur vunnið átta teir fyrstu dystirnar í landskappingini. Sáttmálin er galdandi til og við 2025.