Danska veðurstovan, DMI, skrivar, at djúpu lágtrýstini, sum hava ferðast kring Føroyar seinastu tíðina, ikki tykjast rýma nakra leið.
Komandi dagarnar ferðast fleiri av hesum lágtrýstum nær Føroyum, og tað hevur brúgvaløg við vindi og regni við sær.
Í kvøld verður talan um storm, har vindmegin verður á leið 20 m/s, men í hvirlunum verður talan helst um einar 30 m/s.
Hósdagin verður enn meira vindur – einar 23 til 28 m/s – og í hvirlunum kann roknast við einum 38 metrum um sekundið.
Fríggjadagin makar hann vindin nakað, og um kvøldið verður vindmegin 10 til 15 m/s.