Góðu úrslitini hjá Hvalinum, síggjast aftur í einum stórum áhuga at rógva, hetta ger eisini, at aðrar manningar hjá Eiðis Róðrarfelag stremba eftir at røkka oddinum
Eiðis róðrarfelag er eitt ungt róðrarfelag, sum longu hevur fingið góð úrslit. Nógv blivu tikin á bóli seinasta kappingarár, tá 6-mannafarið Hvalurin gjørdist Føroyameistari hjá monnum.
– Øll bygdin kókaði. Teir vunnu fyrstu ferð á Norðoyarstevnu, og tá visti man ikki ordiliga hvussu hetta skuldi hátíðarhaldast, vit dugdu ikki heilt at koyra rekkjukoyring. Rekkjukoyringin vant uppá seg og gjørdist eitt stórt tiltak. Sjálvt aftan á jóansøkuróðurin, tá ivaðust vit um rekkjukoyring skuldu vera, tí rógvararnir komu seint heimaftur, men rekkjukoyring varð, og eingin klagaði, sigur Guðrun Eidesgaard, sum er nýggj forkvinna í Eiðis Róðrarfelag.
##med2##
Á Eiði verður nógv tosað um kappróður. Felagið bleiv stovnað í 2022, og hevur tíð megnað at komið á oddin upp á sera stutta tíð.
– Ongin av Eiði er vanur við kappróður, men nú snakka øll um tað.
Hjá Eiðis Róðrarfelag hevur tað týdning at halda høgu málini. Góðu úrslitini hjá Hvalinum smitta á hinar bátsmanningarnar. Kellingin, sum er 5-mannafarið hjá kvinnum, hevur tikið seg nógv fram seinasta árið. Onkur av rógvarunum umborð á Kellingini eru á landsliðnum í inniróðri og hevur vunnið norðurlendskt gullheiðursmerki.
– Um tær enda millum tryggar teir fremstu bátarnar, so eru vit nøgd.
Føroyameistararnir farnir í 8 mannafar
Stóri áhugin fyri kappróðri sæst eisini aftur í øktum áhuga fyri at rógva. Í ár hevur Eiðis Róðrarfelag fimm manningar.
Manningin sum gjørdist føroyameistari við Hvalinum er farin umborð á 8 mannafarið Risan. Á Eiði eru tey spent uppá, hvussu tað fer at gangast teimum, tí kappingin er hørð, men tað eydnaðist at vinna kappingina í ódnartøkum.
##med3##
Barnamanningarnar hjá gentum og dreingjum rógva við Kellingini. 6-mannafør hjá dreingjum rógva við Flógvanum, hetta er bátur sum eru leigaður úr Vágum og hevur fingið nýtt navn. Dreingir yngri rógva eisini við Flógvanum. 8-mannafarið Risan, hevur felagið lánt úr Klaksvík, hetta er gamla Nevnið Reyða.
Guðrun Eidesgaard gjørdist forkvinna aftan á aðalfund, hon bleiv biðin at stilla upp, og fekk 27 av 28 atkvøðum.
– Eg taki hetta sum ein heiður og álitsváttan. Vit eru fimm fólk í nevndini, og hetta er ein góð nevnd.
Kappróðrarblaðið, sum er í Sosialinum hesaferð, kann lesast við at trýsta her