Øll føroyingaliðini í bestu donsku hondbóltsdeildini taptu

Ringkøbing, Ajax, Viborg og Keypmannahavn taptu øll sínar dystir í kvøld

Tað bleiv talan um eitt slakt kvøld hjá føroyingaliðunum í bestu donsku hondbóltsdeildini hjá kvinnum. 

 

Føroyski landsliðsmálverjin, Rakul Wardum og liðfelagarnir í Ringkøbing taptu greitt 27-35 fyri Nykøbing Falster á heimavølli. Í steðginum var Nykøbing Falster á odda 16-14.

 

Rakul hevði eitt bjargingarprosent í málinum sum var 27 prosent, ið er rættiliga gott móti einum av toppliðunum í Danmark.

 

Ringkøbing er næstaftast í deildini við tveimum stigum. 

 

Súna K. Hansen, Brynhild Pállsdóttir og liðfelagarnir í Ajax vóru á heimavølli fyri stórtapi 18-33 fyri Sønderjyske. Í fyrra hálvleiki gekk av skriðuni hjá Ajax. Sønderjyske var á odda heili 17-6 í steðginum.

 

Brynhild og Súna skutu eitt mál hvør. Súna vann eisini liðnum eitt brotskast.

 

Ajax er aftast í deildini og hevur framvegis fyrsta stigið til góðar hetta kappingarárið. 

 

Jana Mittún og liðfelagarnir í Viborg vóru eisini fyri stórtapi á heimavølli. Viborg tapti á heimavølli 28-40 fyri oddaliðnum, Odense. Í steðginum var Odense á odda 20-14.

 

Jana skoraði eitt mál í kvøld. Viborg er nummar 10 í deildini við fýra stigum. 

 

Føroyski landsliðsleikarin, Pernille Brandenborg og liðfelagarnir í Keypmannahavn taptu á útivølli 30-33 fyri Silkeborg-Voel. Heimaliðið var á odda 15-12 í steðginum.

 

Pernille megnaði at skjóta trý mál upp á tríggjar málroyndir.

 

Keypmannahavn er nummar níggju í deildini við fýra stigum.