Stóri bardagin hesa ferð bleiv fólkaskúlin, ið sum nógv annað virksemi í uppskotinum frá landsstýrinum fekk vanligu lønarframskrivingina - sum er óvanliga stór hesaferð - og síðan eina sparing á umleið 1 prosent eftir tað.
Sparingin bleiv eftir uppskoti frá meirilutanum av fíggjarnevndini minkað munandi, so tað bleiv um 0,3 prosent sparing eftir lønarframskriving í staðin.
Tað vil siga, at fleiri pengar eru tilsamans, men eitt vet minni enn framskrivingin legði upp til.
Játtanin var í ár 457,4 milliónir krónur, og næsta ár verður hon 487,7 milliónir krónur, heldur enn 490,4 milliónir krónur.
Rokna vit tað um og siga, at skúlin kostaði 100 krónur í fjør, so skal hann kosta 106,62 krónur næsta ár, heldur enn 107,21 krónur.
Umroknaði munurin er 59 oyru.
Tað ljóðar altso ikki nógv í samanhanginum.
Men manglar tær 59 oyru og tú ikki veitst, hvar tú skalt finna teir pengarnar, so er tað sjálvandi øgiliga nógv. Ikki minst, um tú hevði eina fatan av, at tú faktiskt fórt at fáa enn fleiri pengar.
Tí hugsi eg, at tann nógv rættari spurningurin er, hvat vit vilja geva fyri fólkaskúlan og hvat vit vilja hava burtur úr honum.
Eg hugsi her at koma við einum varnum boði uppá okkurt, og so mugu onnur skjóta tað niður ella leggja afturat.
Mítt samband við fólkaskúlan er, at eg sjálvur gekk har í 10 ár frá 94 til 04 á Eiði og á Oyrarbakka, og seinastu næstan 4 árini havi eg havt børn á Skúlatrøð í Klaksvík. Í løtuni í 1. og 4. flokki. Sjálvt tað at læra í skúlanum fall mær lutfalsliga lætt og við nógvum góðum lærarum (nøkrum framúr), so minnist eg ikki nakað grundleggjandi at vera ónøgdur um. Eg eri eisini sera væl nøgdur við tað, sum skúlin er fyri míni børn.
Tí verður tað, sum eg sigi, sjálvandi merkt av tí sera avmarkaðu vitan, sum eg havi. Men vit fáa ikki fortalt meira enn vit vita, og tað sama ger seg galdandi fyri øll onnur, sum siga nakað um skúlan.
Taka vit pengarnar fyrst, so er fólkaskúlin næsta ár 487,7 milliónir av 6.906 milliónum krónum í rakstri á fíggjarlógini. Vit brúka altso 7,06 prosent av samlaðu fíggjarlógini uppá fólkaskúlan. Tá eru bygningar og umstøður annars ikki við, tí tað rinda kommunurnar fyri.
Eg veit ikki, um góð 7 prosent av fíggjarlógini er ekstremt nógvir pengar, men taka vit vanliga raksturin av teimum trimum sjúkrahúsunum so er tað umleið 17 prosent, barna- og útbúgvingarøkið til samans er góð 20 prosent, strandferðslan er 3,3 prosent, meðan raksturin av øllum undir umhvørvismálaráðnum er 1 prosent av rakstrinum á fíggjarlógini.
Hyggja vit so at kostnaðunum í fólkaskúlanum, so kostar miðalnæmingurin 58.000 krónur um árið (2023 tøl). Men tað er eisini munur á skúlum. Til dømis kostar ein næmingur í Klaksvík landskassanum 50.000 um árið, meðan ein næmingur í Oyndarfirði kostar 243.000 um árið og ein í Haraldssundi 122.000 um árið.
Talvan yvir eindarkostnaðir hevur ofta við sær, at fólk byrja at tosa um at lata smærru ella í øllum førum smæstu skúlarnar aftur. Men tá tað reelt eru 44 næmingar í landinum yvirhøvur, sum ganga í skúlum, har tað eru færri enn til dømis 20 næmingar, og bara 25 av teimum ganga í skúlum, har tað er landfast, so ivist eg, hvussu stór sparing er í at trýsta skúlar at lata aftur.
Um vit siga, at hvør av teimum næmingunum kostar einar 120.000 krónur í miðal í dag, og tey koma at kosta miðaltalið á umleið 60.000 krónur, so er samlaða sparingin at “trýsta skúlan úr bygdunum” 1,5 milliónir krónur.
Tað ivist eg gevur meining, tá tað avgjørt eisini hevur eitt virði at ganga í skúla í sínum nærumhvørvi, samstundis sum tað ofta hevur eitt samleika-virði fyri eina bygd.
Hinvegin, so skilji eg eisini heilt væl, um tað eru foreldur og børn, sum væl kundu hugsað sær at verið partur av einum størri flokki og einum størri skúla, har møguleikarnir ofta eru fjølbroyttir og tað eru fleiri vinir at velja í.
Eitt annað eitt sindur meira banalt er, at allir skúlalærarar, sum blíva 60 ár fáa eitt, ið eitur “aldursniðurskurður”. Tá fær mann somu løn, men undirvísir 6 tímar minni. Í løtuni eru 125 lærarar, sum eru partur av hesari skipan. Kostnaðurin av skipanini svarar til 18 lærarastørv. Lærarar kunnu halda fram til teir eru 72 ár. Tað vil siga upp til 12 ár, har teir undirvísa 6 tímar minni enn hini, men fáa fulla løn (og hava sum oftast fullan starvsaldur).
Skipanin ljóðar góð fyri tey, sum eru í henni, men skipanin er ikki serliga vanlig aðrastaðni á arbeiðsmarknaðinum.
So er eitt annað, sum er eitt sindur grundleggjandi. Mín fatan er, at lærarastarvið ikki hevur eina beinleiðis høga løn og at tignin kring starvið er minkað munandi síðstu kanska 50 árini. Tað er øgiliga bakvent, tá eg eri ivaleysur um, at skúlin bara er blivin betri hesi árini.
Samstundis er ein fatan av, at lærarar hava lutfalsliga nógvar tímar uttanfyri flokshølini, og eisini hava lutfalsliga nógva frítíð.
Nú vit onki arbeiðsloysi hava í landinum, og sannlíkt ikki fara at hava tað næstu árini, kundi so ein tanki verið, at vit øktu um undirvísingartímarnar, minkaðu um frítíðina og hækkaðu lønina?
So gjørdu færri meira, meðan lønin og helst eisini tignin kring starvið hækkar. Tá høvdu vit helst eisini í størri mun hildið fast í teimum, sum veruliga brenna fyri at undirvísa.
Ein annar tanki, sum onkuntíð hevur verið frammi, ið eisini møguliga kundi betrað um undirvísingina, var, um mann setti lærarar í skúlaøkir, heldur enn á onkran matrikul í einari ávísari kommunu.
Spurningurin er, um tann tankin kundi verið áhugaverdur fyri at fleiri lærarar kunnu undirvísa í “sínum fakum”, og næmingarnir tí sannlíkt fingu eina betri undirvísing.
Tað hevði havt við sær, at lærararin skuldi flutt eitt sindur ímillum skúlar, men er tað ikki onkursvegna stríðið vert?
Í samgonguskjalinum standa nógv átøk, sum kunnu vera við til at betra um skúlan. Smærri flokkar, styttri dagar, tvílæraraskipan, meira leiðslutíð, royndarverkætlanir av ymiskum slag og so framvegis. Átøk, sum spakuliga verða sett í verk.
Tey flestu koma úr einum áliti um fólkaskúlan, sum er gjørt av sera kønum fólkum. Men kann tað hugsast, at tað álitið eisini eitt sindur er merkt av vanahugsan og støðuni, sum lærarar og leiðslur standa í beint nú?
Kundi tað til dømis hent, at mann eisini lurtaði eitt sindur eftir onkrum av tí, sum nakrir eldri lærarar hava tosað um. Eitt er heilt einfalt at hava eitt rímiligt álit á skúlaleiðslunum, heldur enn at hvør fráfarin skúlastjóri skal í eitt undirvísingarstýri at hava eftirlit við skúlaleiðslum. Eitt annað, at tað virkar til at vera sera nógv pappírsarbeiði, sum ikki veruliga verður brúkt til nakað serligt. Eitt triðja at gera greiðari, hvat skúlin skal taka sær av og ikki taka sær av - í staðin fyri at hava eina ársætlan, sum sigur hvørja bók mann skal lesa nær. Og kanska mann í størri mun tók útgangsstøði í bólkinum, heldur enn í hvørjum einstakum? Summi børn klára seg væl óansæð, hvussu skúlin er. Tað er væl tann samlaða bólkin, sum tað veruliga ber til at lyfta.
Eg giti, at slík átøk kundu verið við til at skapt ein fólkaskúla, sum kann nógv meira enn tann í dag. Allarhelst við betri úrslitunum fyri næmingabólkin og allarhelst eisini fyri minni pengar enn hasar 487,7 ella 490,4 milliónirnar.
Eg veit væl, at hetta er nemt at skjóta niður. Eg eri ikki “skúlafólk”, eg havi ikki granskað nakað við skúlum og so framvegis. Men tað hevði veruliga verið áhugavert, um tað bar til at brúka hetta stríðið um hasar fáu milliónirnar á fíggjarlógini til okkurt konstruktivt, so vit kanska kunnu fáa ein enn betri skúla.
Eirikur í Jákupsstovu
Fíggjarnevndarlimur fyri Tjóðveldi