Øll samd um vinnuøkið á Sundi – eingin hugsaði um Sundsá

Tað var ikki bara ein meiriluti í Tórshavnar býráð, sum avgjørdi at víðka vinnuøkið á Sundi og harvið leggja bæði Sundsá, ósan og fjøruna undir heilt við grótinum frá Eysturoyartunlinum. Tí tað var eitt fullsamt býráð, sum tók hesa avgerð so seint sum 30. november í fjør.

 

Tað sæst í gerðabókini hjá Tórshavnar kommunu. Av teimum 13 býráðslimunum, sum atkvøddu fyri, sita 9 teirra framvegis í býráðnum.

 

Tí er valla hugsandi, at býráðið – hóast býráðið kann tað – fer at broyta avgerðina og leggja grótið aðrastaðni enn sum ætlað á Sundi.

 

Vert er eisini at geva gætur, at eingin í býráðnum hevur hugsað um at varðveita ánna. Tí tað verður als ikki nevnt í málsgongdini, sum kann lesast niðanfyri.

 

Tað var flaggdagin, týsdagin, at farið varð undir at leggja rør í og at fylla grót í Sundsá. Arbeiðið varð kortini steðgað beinavegin, og við in.fo mikumorgunin segði Turið Horn, forkvinna í Umhvørvisnevndini hjá Tórshavnar kommunu, at ætlanin skuldi broytast. Áin skuldi varðveitast, og at samgongn sama dag á fundi fór at viðgera, hvat gerast kundi við grótið í staðin fyri at fylla tað í fjøruna á Sundi.

 

Bogi Andreasen, formaður í vinnu- og havnarnevndini kendi einki til aðra ætlan, enn at gerast skuldi ein »grønur geiri« upp á 4-6 metrar ímillum gomlu og nýggju útfyllingina. Restin av arbeiðinum skuldi gerast sum ætlað.

 

Sambært gerðarbókini hjá Tórshavnar kommunu fyri býráðsfundin 30. november 2016, hevur gongdin í málinum verið hendan:

 

»P/F Eysturoyar- og Sandoyartunlar hava vent sær til Tórshavnar havn/ kommunu um móttøku av gróti frá Eysturoyartunlinum.


 

Samlaða nøgdin av tilfari, sum kemur út á Hvítanesi, er umleið 570.000 m3 í innbygdum máti. Ein møguleiki, sum hevur verið nevndur, er at brúka grótið til tað ætlaðu víðkanina av Eystaru bryggju, men hetta er neyvan nøkur góð loysn, um grótið skal koyrast. Hetta viðførir nógvan ampa bæði á vegunum og á havnalagnum.

 

Annar møguleikin er at sigla grótið, men hetta er heldur ikki ein løtt og bílig loysn, tí so skal grótið koyrast inn á bryggjuna á Sundi, ella má ein arbeiðskaj gerast nær við munnan á Hvítanesi. Hartil kemur, at tað er ikki ein góð farleið at sigla frá Hvítanesi til Tórshavn, har tað kann vera óslætt at sigla um veturin.

 

Triðji møguleikin er at koyra grótið niðan á Sund, og fylla tað út á sjógv eystan fyri verðandi bryggju á Sundi.


 

Um fylt verður upp eystan fyri bryggjuna á Sundi, verður hetta til eitt umleið 50.000 m2 stórt øki. Ein stórur partur av tilfarinum verður fylt út á sjógv, har teir fyrstu 250 m av lendinum á landi er ogn hjá Tórshavnar kommunu, meðan teir eystastu 150 m hoyra til Sundshaga uttari partur.

 

Av tí at tað kann vera ókyrt inni á Sundi, er neyðugt at verja útfyllingina við stórum gróti. Av tí at talan er um stórar nøgdir, blívur tað kostnarmikið fyri Tórshavnar havn, um tað skal gjaldast fyri koyring, móttøku og ger av verjugarði.


 

Tá økið er liðugt, kann hetta brúkast sum ídnaðarøki til fyritøkur, sum hava tørv á at liggja nær við sjógv og bryggjukant.
Umsitingin er við at kanna um loyvi fæst frá friðingarnevndini og Umhvørvisstovuni til útfyllingina á Sundi.

 

Tilmæli frá havnarmeistarinum: Støða má takast til, um tað skal arbeiðast víðari við ætlanini at taka móti gróti frá Eysturoyartunlinum, og undir hvørjum treytum tað verður tikið móti grótinum.

 

Vinnunevndin 02. mai 2016: Samtykt at arbeiða víðari við ætlanini.

 

Ískoyti:

P/F Eysturoyartunnilin ynskir teir eitt svar frá Tórshavnar kommunu, um áhugi er at taka móti grótinum.

 

Treytirnar frá Eysturoyartunnlinum eru, at tað er móttakarin, sum rindar fyri flutningin av grótinum frá tunnilsmunnanum og fyri móttøku har, sum grótið verður lagt.

 

Prísurin fyri flutning verður ikki kendur, fyrr enn tilboðini upp á tunnilin verða opnað. Kostnaðarmetingin fyri arbeiðið, uttan leiðingar instalatiónir og asfaltering, er 25 mió fyri alt økið, sum verður umleið 50.000 m2.

 

Um avgjørt verður at taka móti grótinum, má byggisamtyktin víðkast til eisini at umfata tað uppfylta økið.

 

Tilmæli:

Kommunustjórin og havnarmeistarin mæla til at taka ímóti grótinum og fylla upp eystan fyri verðandi bryggju á Sundi.
Endalig støðutakan verður tikin til málið, tá samlaði kostnaðurin er kendur.


Íløgan verður fíggjað av íløgukarminum hjá Tórshavnar havn fyri 2016, 2017 og 2018.

 

Vinnunevndin 30. mai 2016: Samtykt at taka ímóti grótinum, men ikki gjalda fyri flutningin.

 

Ískoyti:

Tilboðini eru nú komin upp á at gera Eysturoyartunnilin, og kostnaðurin fyri flutning av grótinum er tí kendur.

 

Tann samlaða nøgdin av tilfari er nú millum 320 – og 377.000 m3 í føstum máti.

 

Aftan á samráðingar við Eysturoyartunnilin verður mett, at kostnaðurin fyri arbeiðið, uttan leiðingar, installatiónir og asfaltering, er 13,5 mió fyri alt økið, sum verður umleið 50.000 m2 til víddar.

 

Loyvi er fingið frá friðingarnevndini og Umhvørvisstovuni til útfyllingina.

 

Ein stórur partur av tilfarinum verður fylt út á sjógv, umleið 400 m eystur frá verandi havnaøki á Sundi har teir fyrstu 250 m av lendinum á landi er ogn hjá Tórshavnar kommunu, sum eigur eina 100 m breiða ál fram við sjóvarmálanum, meðan teir eystastu 150 m hoyra til Sundshaga uttari partur.

 

Um arbeiðið skal setast í verk, er neyðugt at víðka byggisamtyktina fyri havnaøkið á Sundi til eisini at umfata tað uppfylta økið.


 

Um avgerð verður tikin um at taka ímóti grótinum, hevur tað skund at fáa byggisamtyktina víðkaða, tí arbeiðið byrjar um ársskiftið.

 

Tilmæli:

Havnarmeistarin mælir til at taka ímóti grótinum og fylla upp eystan fyri verandi bryggju á Sundi.

 

At víðka byggisamtyktina fyri havnarøkið á Sundi til eisini at umfata tað útfylta økið.

At keypa eina 100 m breiða ál av teimum eystastu 150 metrunum, sum hoyra til Sundshaga uttari partur.

 

At játta 13,5 mió. til tað samlaða projektið, at fíggja av íløgukarminum hjá Tórshavnar havn fyri 2017, 2018 og 2019.

 

Vinnunevndin 31. oktober 2016: Samtykt at taka undir við tilmælinum og beina málið í býráðið umvegis fíggjarnevndina.

 

Fíggjarnevndin 16. november 2016: Samtykt at taka undir við vinnunevndini og beina málið í býráðið.

 

Býráðsfundur 30. november 2016: Einmælt samtykt.«