Listamaðurin Øssur Mohr hevur um vikuskiftið framsýning undir heitinum "Heystlist" í atelieri sínum í Vig í Danmark.
Øssur Mohr, ið er úr Fuglafirði, hevur í meira enn 30 ár verið listamaður burturav.
Síðani 2013 hevur Øssur Mohr búð í Danmark, og síðani 2016 hevur hann hildið til í Vig í útnyrðingspartinum av Sælandi.
Hann keypti húsið hjá listakvinnuni Majken á Grømma, eftir at hon doyði í 2016. Afturat húsinum hevði Majken gjørt sær stórt atelier at arbeiða í.
Húsið liggur í býnum Vig í Oddsherred norður ímóti Sjællands Odde, tey kalla.
Framsýningin hjá Øssur Mohr í Vig er opin leygardagin og sunnudagin kl. 11 til 16.
Tvey nýggj prent eru gjørd til framsýningina.