Of Monsters and Men á G! 2024

Fyrireikararnir av G! Festivalinum 2024 siga seg vera glað og errin, at tað endiliga er eydnast at fáa heimskenda íslendska indie-rokkbólkin Of Monsters and Men til Føroya.

Fyri G! er Of Monsters and Men hin fullkomna bókiningin, ein norðurlendskur bólkur í heimsflokki, tiltikin góður á pallinum, og ein bólkur við listarligari sameining og tónleiki, ið fangar áhoyrarar í øllum aldursbólkum. 

 

Bólkurin fekk sítt stóra gjøgnumbrot við lagnum Little Talks, ið gjördist eitt heimsumfatandi hitt. Lagið var á fyrstu útgávuni hjá bólkinum My Head is an Animal, ið eisini fostraði hitt sum Dirty Paws, King and Lionheart og Mountain Sound.

 

Seinni hevur bólkurin útgivið fleiri plátur og spælt kring allan heimin, og hevur javnan vitjað fjarskotin lond sum Avstralia og Suður Amerika, tó hevur hann ongantíð spælt í grannalandinum Føroyum.

 

Í fjør gav bólkurin EP'ina og heimildarfilmin Tíu út, í sambandi við at tíggju ár vóru liðin síðan gjøgnumbrotið. 

 

Of Monsters and Men er fyrsta navnið, ið G! Festivalurin kunnger til ársins festival. Komandi vikurnar vera fleiri nøvn kunngjørd.