Offshore messa verður 13. februar

Norðurlandahúsið verður karmur um Offshore Faroes 2007, har fokus verður sett á føroyska oljuvinnu. Ráðstevnan er býtt í tveir partar, og tann fyrri av hesum fer at snúgva seg um tað, sum hendir innan oljuleiting á okkara leiðlum. Seinni parturin fer at varpa ljós á undirveitarar til eina komandi oljuvinnu. Fyrilestrarhaldarar á messuni verða Gareth Allinson frá Statoil, Heri Ziska, jarfrøðingur, Jan Müller, ábyrgdarblaðsjóri á Sosialinum og Kai B. Olsen frá Danish Offshore Industry. Tilmelding til evnisdagin fer fram hjá Vinnuhúsinum, og er freistin fyri tilmeldan 6. februar.