Men til bar so at spyrja seg sjálva, hvat ið var viðkomandi fyri føroyska borgaran, hvat ið var minni viðkomandi og var okkurt kanska veruleikafjart og púrasta burturvið? Óneyðugt at brúka tíð og orku til?
Løgin samanbering.
Taka vit Hvítubók í síni heild, og tað skulu vit, so má eg viðganga, at parturin ?smátjóðir við fullveldi?, var mær rættiliga óviðkomandi.
Veit líkasum ikki, hvat eg kann brúka tað til. Ber tað til hjá mær at samanbera Føroyar við fullveldislond í triðja heiminum? Ella lond, hvørs høvuðsvinnuvegur er at hvítvaska pening? Hvar er samanberingin, annað enn ein møgulig proklamatión? Tendentiøst?
Hví gera so nógv burtur úr hesum, og ikki taka við í búskaparpartin, hvussu gongdin verður í keypiorkuni hjá okkum, vanliga húsarhaldinum, um ríkisútreiðslurnar verða tiknar av eftir t.d. 5,10 ella 20 àrum? Hugsi ikki, at føroyingurin leggur stórt í, hvussu onnur manerera við teirra peningavaski, og hvussu summi fáa tað at bera til við eini tímaløn uppá 5kr. Børn plaga at taka til, at ?tað er for langt úti?.
Niðurslitin vinnutól.
Hóast knappa tíð, loyvdi eg mær at spyrja, hvussu til stóð við høvuðsvinnu okkara. Við tí tey, sum eru innarliga, rópa fyri kapitalapparatinum. Hetta komst av, at ein íslendingur, fáar dagar undan hesi seansuni á Hafnia, hevði kunnað føroya fólk í útvarpinum um hesi viðurskiftini. ( Nú er tað so, at hoyrist ein íslendsk tunga um okkurt geilarhorn, verður hon strax sjangheiða at siga sína hugsan um líkt og ólíkt. Eg hevði heldur spurt Noma-tek. Undirlutakenslur, kanska? )
Í Føroyum var ræðuligt, vildi hesin vera við. Virkini vóru niðurslitin, og tøkniliga vóru vit reinir sibbar (maðurin ætlaði sær at selja, haldi eg).
Eg vildi vita, um hald var í hesum, ella um hetta bert var ein ræðumynd, skal eg brúka ?tjóðveldska? terminologi.
Havandi í huga, at høvuðsvinnan er sanerað, næstan øll sum hon er og alivinnan við, at avskrivingar, rentur og avdrøg eru, um ikki ein býur í Kina, so enn í øllum førum rættuliga ?kuvøsukend?- klárar hon so at endurnýggja seg? Gera tær neyðugu íløgurnar? Og er tað so, at stórar íløgur eru fyri framman? Um hon ikki klárar tað nú, fer hon nakrantíð at klára tað? Ella er alt tað bera grenj? Hvussu sær alt út?
Viðkomandi spurningur.
Jú, spurningurin var ikki sørt viðkomandi, varð mær sagt. Men, búskaparbólkurin hevði avmarkað seg til ikki at kanna hesi viðurskifti- um virkir, vinnumynstur og vinnubygnað. Eg skilji ikki, at Fólkaflokkurin um ikki annað, heldur hetta hava nakað uppá seg. Fyri meg, er hetta nógv meira viðkomandi, enn um Mauritius er ov lítið ella ov nógv bundið av sukri, klædnavørum, gimsteinum- you name it. Kanska eri eg bara snedig? Tó ein troyst er at finna í Hvítubók í brotinum um Falklandsoyggjarnar. Tað er dømi um, at ?ófýsið veðurlag ikki nýtist at vera forðing fyri vaksandi ferðavinnu?! Har kunnu vit bara takka Skaparanum fyri, at so er við ella uttan loysing. Tað kundu vit kanska brúkt.
Tá verður tað!
Um somu tíð roksar Høgni Hoydal um, at tá ið vit fáa fullveldi og fara úr ríkisfelagsskapinum, tá verður tað! Ja, tá verður tað, at vit fara undir vinnuliga menning. Tástaðni kunnu vit. Eg spyrji, hvat og hvør forðar okkum í tí sum er? Tað er so ikki neyðugt at fara heilt hinumegin knøttin at vissa seg um, at tað er snilt at hava fjøltáttaða vinnu.
Er tað inspiratiónin, sum manglar? Skal merkið við ST- høvuðusborgina rudda burtur nívandi undirlutakenslur, fyri at vit at endanum kunnu vera sæl og tá fara at taka okkum saman?
Katrin Dahl Jakobsen
tingkvinna
Javnaðarfloksins