Ummæli
Donsku tónleikarættindafelagsskapirnir Koda og Gramex høvdu boðið Føroya fólki á fund í Norðurlandahúsinum við tí endamáli at vísa, hvat felagsskapirnir arbeiða við. Teirra virkisøkið er tónleikur og júst tónleikur var tað, ið var á skránni.
Fjølbroytt skrá
Koda og Gramex høvdu í samráð við Norðurlandahúsið í Føroyum sett eina sera fjølbroytta skrá saman. United Voices, Benjamin Petersen, Aldubáran, Hanus og danski trubadururin Sebastian gjørdu hvør í sínum lagi og onkra løtu saman, sítt fyri at gera løtuna minniliga fyri okkum, ið vóru komin saman.
Hóast øll nøvnini á sín hátt vóru spennandi, so vóru størstu upplivingarnar teir báðir trubadurarnir Hanus og Sebastian, og serliga løtan við Hanusi og Aldubáruni var ógloymandi.
Eitt gott kór
United Voices áttu heiðurin at leggja fyri. Har var nærum fullsett í salinum í Norðurlandahúsinum, tá kórið undir leiðslu av Sigrid Rasmussen fór á pall. Við sær høvdu tey ein vælspælandi bólk mannaðan við góðum tónleikarum av verðsliga og kristiliga tónleikapallinum. Tey løgdu tó fyri uttan fylgispæl við einum lagi eftir abba Sigrid Rasmussen, Jens Guttesen. Sum heild var væl sungið, men einki útum tað vanliga, og lagið var eisini rættiliga vanligt, og hetta vísti seg at vera størsti trupulleikin hjá United Voices, her vórðu eingi mark flutt. Kórið syngur væl. Hetta eru nakrar av fremstu røddunum á krisitiliga tónleikapallinum, men talan er ikki um eitt superkór í stíl við Tarira, har tú fært gásarhold av vælveru, hvørja ferð tey lata munnin upp. Tí hevði verið ynskiligt, at skráin var eitt sindur meira áhugaverd, enn hon var. Stóra plussið við United Voices vóru mannligu solistarnir. Jónsvein Heinesen royndi seg í einum gospellagi hjá Regini Guttesen, og hesin maður hevur eina frálíka rødd við júst tí neyðuga kantinum fyri at verða ein góður solistur. Hann royndi eisini í besta gospelkór stili at seta lív í fólk. Men tann stóra sanggleðin, ið vanliga strálar úr amerikanskum kórum innan hesa tónleikagrein, var ikki at finna her, og uttan hana virkar gospel nokkso løgið.
Heine og Elvis
Heine Lützen var solistur í tveimum seinastu løgunum, ið hann eisini sjálvur hevði skrivað. Tað fyrra av hesum var eitt enskmælt lag, ið ikki var serliga spennandi. Men tá tey endaðu við klassikaranum “Tíðirnar Skifta”, kom fyrstu ferð eitt sindur av flog undir framførsluna. Heine hevur ein lítlan Elvis í búkinum, og á onkran hátt sat eg við eini kenslu av, at um hann bara lat Elvis sleppa, hevði framførslan veruliga farið á flog.
Alt í alt var upplivingin tó eitt sindur sum rugbreyð við livradeiggi, fínasta slag, men ikki so nógv meira enn tað.
Ringt at seta í bás
Næstur á pallin var Benjamin Petersen. Núverandi Deja Vu og fyrrverandi Brandur Enni og All That Rain gittarleikarin er ein framúrskarandi gittarleikari, ið smitar vanahugsan á bláman, tá hann fer á pall. Manningin við Mikael Blak á bassi, Brandi Jacobsen á trummum, Gunnar Guttesen á tangentum og Tróndi Olsen á trompet, bar boð um, at her fór ivaleyst at vera talan um jass. Men tónleiklurin lat seg ikki so lætt seta í bás, og gjørdist størsta upplivingin fyri meg eitt lag, sum nokk best kann lýsast sum popputur tung málmur. Instrumentali tónleikurin riggaði væl og gjørdist ongantíð keðiligur.
Spældu á hjartastreingir
Aldubáran átti ein høvuðsleiklut á konsertini hóskvøldið, umframt framførslu undir egnum navnið, spældi bólkurin undir hjá Hanusi og fór eisini á pall við Sebastian í einum lagi.
At Aldubáran altíð borgar fyri góðsku er alment kent. Hetta eru okkara bestu klassisku tónleikarar, og tað er við bivandi hjarta, at eg fari undir at skriva um tey. Hóast tey eru ómetaliga dugnalig, so er smakkurin ikki altíð nummar eitt, og klassisku tónleikapettini, ið vóru á skránni hóskvøldið vóru ikki tey mest spennandi. Eisini tyktist innlivingin at halta eitt sindur, og hóast stykkini ikki vóru so long, tyktist løtan long. Hetta broyttist tó fullkomiliga, tá Hanus trein á pallin. Við tveimum Jacob Sande tulkingum og tveimum løgum av Boquet, vístu Hanus og Aldubáran, hvat innligt merkir, og tá eykalagið: “Á kundi á tíðarhavi” ljómaði í salinum, varð løtan fullkomin, og sum Poul F. sigur í hesi vøkru yrking, so var hetta “Løtan hin signaða ríka”, og væl vitandi um, at lagið var so stutt, ynskti eg, at tíðin skuldi leggja saman sínar veingir bert hesa stund.
Rørandi løta við Sebastiani
Eftir ein steðg var høvuðsnavnið, navnframi danski trubadurin Sebastian á skránni. Hesin úrmælingur hevur seinastu 30 árini givið 30 útgávur út, umframt at hann hevur skrivað tónleik til eitt ótal av sjónleikum, sangleikum, filmum og øllum møguligum øðrum. Tað man tí vera ómetaliga torført hjá Sebastian, at gera eina spæliskrá uttan at skuffa onkran, ið vil hoyra okkurt ávíst lag. Men skráin hetta kvøldið var góð. Sum hann sjálvur segði, so var okkurt gamalt á skránni og okkurt nýtt. Ja, okkurt var enntá rættiliga spildurnýtt. Her var serliga spennandi at hoyra løg úr einum spildurnýggjum leiki, ið Sebastian hevur skrivað til næmingar á donskum skúlum at framføra.
Sebastian vísti eins og Hanus stóra inniligheit, og við síni trilvandi rødd segði hann okkum lítlar søgur millum løgini, og tú kundi ikki latað vera við, at hugsa hvussu henda røddin, kundi megna at syngja so inniligt og rørandi. Mest rørandi løtan var framførslan av “Du er ikke alene”, ið hann ognaði vinmanni sínum Peter Thorup, ið andaðist her fyri.
Sebastian endaði framførsluna við at bjóða Aldubáruni á pallin við sær. Tey høvdu bert vant saman eina lítla løtu sama seinnapart, men Aldubáran vísti, hvussu væl tey hóska til at arbeiða saman við trubadurum. Hóast, tað ikki var heilt líka inniligt sum við Hanusi, so var løtan dýrabær og dekan ov ódrúgv.