... og ársins jólamaður er: Fólkaflokkurin!

Hergeir Staksberg
-----

Tað er ongin ivi. Besti jólamaður í ár er Fólkaflokkurin. Fólkaflokkurin er so fittur, at hann fer at syrgja fyri, at tað fer at loysa seg at arbeiða. Arbeiðsmenn, handverkarar og  pedagogar hava hugsað: “Yes, endiliga fer tað at loysa seg at arbeiða, tí tað sigur Fólkaflokkurin! Jey, eg fari at stemma fyri Fólkaflokkinum!”
 
... men við lægri skatt til fólkið, so meinar Fólkaflokkurin við “vælhavandi fólkið”. Hetta var ein lítil parantes, sum jólamaðurin “gloymdi” at fortelja okkum.
 
Her fáa tit eitt dømi upp á, hvat Fólkaflokkurin í veruleikanum meinti við, tá tað skuldi løna seg at arbeiða. Soleiðis virkar flatskatturin í praksis
 
Inntøka  Árligur skattalætti
15.000 kr/mán.          800 kr.
20.000 kr/mán.  1.400 kr.
25.000 kr/mán.   8.000 kr.

35.000 kr/mán./løgtingsløn     24.000 kr.
45.000 kr/mán/lLandstýrisløn   42.000 kr.
90.000 kr/mán/Stjórar hjá Atlantic fáa meir 95.000 kr.