Nix, soleiðis spælir klaverið ikki. Vit í Javnaðarflokkinum bjóða okkum fram. Ikki bara fyri at vera klípir, men fyri at vera við til, at byggja tað góða samfelagið. Har onnur síggja forðingar, síggja vit loysnir. Har vit ikki sjálvi kunnu vera við, tí summi halda okkum vera ov “smá”, virka vit fyri at “teir” finna tær loysnir vit vilja hava, stutt sagt, gera tað arbeiðið vit ynskja gjørt.Við Javnaðarflokkinum á Fólkatingi koma Føroyar víðari á øllum økjum.
“Praktiskt” samstarv er tann gongda leiðin, sambært forkvinnuni hjá Social demokratunum í Danmark. Tað kann eg meir enn so liva við. Vit í Javnaðarflokkinum síggja møguleikar, “praktiskar”? Whatever baby, teir “møguleikarnir” eiga at verða gagnnýttir føroysku tjóðini til frama. Vit vilja hava loysnir, ikki konfrontatión. Vit fara ikki niður á Danating fyri at vaska okkara skitnu klæðir, tað gera vit her heima.
Velji tí eitt av valevnunum til Fólkatingið av Javnaðarlistanum. Vit finna loysnirnar.
Út um bøgarðarnar saman við okkum í Javnaðarflokkinum, koma vit enn longri á leið.
Við vón um eitt gott val.