Oggi Art í Søldarfirði latið upp

Í gjár var móttøka á nýggja listgrafiska verkstaðnum, Oggi Art, sum 35 ára gamli listamaðurin, Oggi Lamhauge, hevur lagt lunnar undir í heimbygd síni, Søldarfirði

Móttøka

Nógv fólk var inni á gólvinum og ynsktu listamanninum góða eydnu við tiltakinum.
Saman við 18 ymiskum listaverkum, sum Oggi hevur hangandi í nýggju hølunum, settu blómur og skrivligar heilsanir eisini sín dám á hølini, sum eru sett í stand til endamálið.
Oggi sigur, at hølini í fyrsta lagi verða verkstaður við litografiskari pressu og koparprentspressu.
- Aftrat hesum er so alrúmið, sum eitt nú kann nýtast til framsýningar og undirvísingarhøli, sigur hann.
Tað er gamli handilin hjá Lenu og Sámal Jákupi Lamhauge í Søldarfirði, sum listamaðurin hevur latið seta í stand.
Hóast húsini, sum liggja við høvuðsvegin í Søldarfirði, ikki tykjast so stór við fyrsta eygnabráð, eru tey kortini einar 60 fermetrar til støddar. Tey eru ljós og kennast rúmlig og hugnalig.

Virkin listamaður
Oggi er útbúgving sum listgrafikari við lærda háskúlan í Reykjavík í 1997, og hann hevur verið virkin á listarliga økinum seinastu árini, bæði her heima og uttanlands.
Hann hevur gjørt hópin av serprentum fyri stovnar og virkir, og hann hevur eisini undirvíst bæði børnum og vaksnum í tekning, máling og grafikki.
Kendasta verkið hjá Ogga Lamhauge er ivaleyst altartalvan í Hattarvíkar kirkju, sum hann læt kirkjuni í 2001.