Jens Dalsgaard
Tað er okkurt, sum bendir á, at vit hava lyndi til at trúgva tí, at ongin ognarskattur er her hjá okkum. Ognarskattur er nakað sum danir leggja á sethús og íbúðir soleiðis at pensionistar eru noyddir at flyta, tí skal slíkur skattur ikki vera her hjá okkum.
Til dømis kann man finna hendan tekstin inni á heimsíðuni hjá Fíggjarmálaráðnum: Í Føroyum er heldur eingin ognarskattur, meðan flest øll lond á okkara leiðum hava ognarskatt. Vanligi inntøkuskatturin ber tí lutfalsliga stóran part av samlaða skattinum í Føroyum.
Á heimasíðuni hjá Hagstovuni ber til at finna eitt yvirlit yvir tað, sum teir rokna til ognarskatt, tølini eru fyri 2003.
3 OGNARSKATTIR53
Arvaavgjøld5
Fíggjarognaravgjald0
Vegskattur48
Her er ikki samsvar millum niðurstøðurnar hjá tveimum almennum stovnum, men eg vil meta at niðurstøðan hjá Hagstovuni er tann rætta. Umframt vegskatt og arvaavgjøld eru onnur gjøld, sum eisini fella undir ognarskatt.
Ognarskattur á fastar ognir
Ognarskattur á fastar ognir er ikki gott latín her hjá okkum, oftani er hann roknaður til rama kommunismu ella okkurt verri.
Tað løgna er, at líka so breið semjan er millum tingmenn og fólk um ikki at leggja ognarskatt á fastar ognir, líka so breið tykist semjan at vera um at leggja ognarskatt á leysafæ.
Sjálvandi er tað ikki alt leysafæ, sum skal skattast, men ávís ting, so sum radio, TV og ikki at forgloyma akfør, serliga persónbilar og motorsúklur.
Ognarskattur á radio og TV
Hesin ognarskatturin er uppkravdur undir heitinum lurtaragjald og hyggjaragjald, ein sokallaður licensur. Gjaldið er kravt uttan mun til, um tú fært signal ella ikki, tað sama er galdandi fyri, um tú hyggur ella ikki. Skatturin er lagdur á tey, sum eiga eitt sjónvarps- ella radiotól, tí er talan um ognarskatt.
Tað sermerkta við ognarskattinum á sjónvarp og ljóðvarp er, at man rindar MVG av skattinum, 25% í skatti av skattinum.
Skatturin er sum heild brúktur til at stuðla Kringvarp Føroya.
Ognarskattur á akfør
Ognarskattur á akfør er tvídeildur:
Skrásetingargjald, sum er uppkravt, tá akfarið verður skrásett.
Vektgjald, sum er eitt árligt avgjald.
Skrásetingargjald
Skrásetingargjaldið er eitt gjald í samband við skráseting av akførum og tí skuldi tað helst veri eitt eins gjald, men her er talan um ein ognarskatt, sum serliga skal raka vanligar persónbilar.
Ein persónbilur rindar um 70% av virðinum fyri at blíva skrásettur. Gjaldið ger ikki bara bilin ógvuliga dýran, men tað ger eisini trygginina dýra. Vøruvognar gjalda hinvegin bara 15% í skrásetingargjaldi. Lastbilar yvir 3500 kg gjalda onki skrásetingargjald.
Hesin skattapolitikkurin hevur viðført, at vit hava fingið ein óneyðuga stóran flota av stórum jeppum og øðrum biltrøllum, tað er hvørki gott fyri ferðslutrygdina ella ozonlagið.
Eitt skrásetingargjald eigur ikki at hava nakað við virðið á bilinum at gera, tí er talan er um gjald fyri eina tænastu, nummarspjøldini kosta væl tað sama fyri allar bilar.
Sostatt er heilt greitt talan um ein ognarskatt.
Vektgjaldið
Tann árligi ognarskatturin á akførini gongur undir tí stuttliga heitinum vektgjald, hóast hetta lítið og onkið hevur við vektina á bilinum at gera.
Vektgjaldið svarar til at fara inn til slaktaran og keypa 1 kg av kjøti, men rinda fyri millum 0 og 5 kg.
Slaktarin ásetur so prísin eftir
1.hvussu stóra inntøku kundin hevur
2.hvat fyri brennievni kundin brúkar, td. gass, kol, torv ella el, tá hann ger mat
3.hvussu feitur kundin er
Vektgjaldið er ógvuliga fløkt. Fyri tað fyrsta er tað endamálið við akfarinum, síðan er hvørt slag av akførum býtt sundur í vektklassar, hvør vektklassi er so býttur sundur í brennievni, diesel ella bensin. Yvirhøvur er tað soleiðis, at meira akfarið vigar, minni skal tað gjalda í vektgjaldi innanfyri flokkin. Til dømis er galdandi fyri vøruvognar, at bilar við eini eginvekt undir 1600 kg rinda meira enn meðal fyri bólkin, meðan teir sum viga meira enn 1600 kg gjalda minni enn meðal. Teir lættastu vøruvognarnir rinda um 5 kr fyri kg, meðan teir tyngstu rinda um 2 kr fyri kg.
Lastvognar gjalda í meðal 92 oyru fyri hvørt kg, tó soleiðis at teir tyngstu gjalda minst. Leguvognar, hetta eru teir tungu trailararnir (meðalvekt 8200 kg), rinda 23 oyru fyri hvørt kg, meðan vanligir viðfestisvognar (meðalvekt 294 kg) rinda 151 oyru fyri hvørt kg.
Persónbilar við diesel rinda 336 oyru fyri hvørt kg, tað sama gera hýruvognar, sum brúka diesel. Bensindrivnir persónbilar rinda 237 oyru fyri hvørt kilo, meðan hýruvognar av sama slag gjalda 178 oyru fyri hvørt kilo. Hýruvognar við diesle eru eftir øllum at døma ikki serliga vinnuligir.
Sum landsstýrismaðurin í fíggjarmálum sigur, so er endamálið við vektgjaldinum einans at fáa pengar í landskassan, tá gjaldið serliga er lagt á persónbilar, kann ikki vera talan um annað enn ognarskatt.
Talva yvir vekt og vektgjald
Vekt kgVektgjaldVektgjald/Kg% av vekt% av vektgjaldi
PERSÓNBILUR Bensin13.844.83532.870.6202,3739,70%41,76%
PERSÓNBILUR Diesel6.513.76021.873.5803,3618,68%27,79%
VØRUVOGNUR4.719.60014.413.4803,0513,53%18,31%
LASTVOGNUR 6.300.8055.840.4700,9318,07%7,42%
VIÐFESTIVOGNUR479.919726.8401,511,38%0,92%
MOTORSÚKKLA 87.903614.8806,990,25%0,78%
BUSSUR789.810594.1040,752,27%0,75%
SMÁBUSSUR246.625558.1362,260,71%0,71%
TANGABILUR440.675419.1400,951,26%0,53%
LEGUVOGNUR1.178.825270.3600,233,38%0,34%
HÝRUVOGNUR Diesel 75.875255.6103,370,22%0,32%
HÝRUVOGNUR Bensin64.350114.9201,790,18%0,15%
45 KM MOTORSÚKKLA 5.13780.64015,700,01%0,10%
CAMPINGVOGNUR62.15541.8100,670,18%0,05%
SLEIPIBILUR17.77516.9400,950,05%0,02%
SÓPIMASKINA17.60016.9400,960,05%0,02%
VIÐFESTIAMBOÐ13.5758.4600,620,04%0,01%
BLOKVOGNUR9.7002.0100,210,03%0,00%
TJALDVOGNUR6751.2601,870,00%0,00%
FAST ROYNDARSPJALDUR2508403,360,00%0,00%
Total34.869.84978.721.0402,26100,00%100,00%
Heimild: Akstovan
Talvan sýnir, hvat teir ymsu bólkarnir rinda í vektgjaldi og hvat vektin er á bólkinum.
Lastvognarnir rinda einans 7,42% av vektgjaldinum, hóast teir eiga 18,07% av vektini. Persónbilar við diesel rinda 27,79% av vektgjaldinum, men hava einans 18,68% av vektini. Hetta merkir, at lastbilarnir, sum hava eina samlaða eginvekt upp á um 6000 ton einans gjalda 5,8 mió. kr í vektgjaldi, meðan persónbilar við diesel, sum eisini viga um 6000 ton, gjalda 21,8 mió. kr.
Skip og fiskivinna
Meira vit nærkast vinnuni minni er karvið til ognarskatt á leysafæ.
Persónbilar, sum eru typugóðkendir og tí ikki krevja serligt arbeiði í samband við skráseting rinda eitt hægri skrásetingargjald enn skip, sum ikki eru typugóðkend. Virksemi hjá skipaeftirlitinum er tí nógv torførari enn arbeiði hjá bileftirlitinum, kortini gjlada skipini nærmast onki skrásetingargjald.
Skipini fáa víttfevnandi tænastur frá bæði vaktartænastu, fiskiveiðueftirliti, MRCC, bjarginartyrlu osv., men rinda onki árligt gjald fyri at vera í flotanum.
Fiskiloyvini krevja nógva umsiting og eftirlit, men tað er onki gjald fyri at hava eitt fiskiloyvi. Fólk skulu rinda fyri koyrikort og pass, hóast hesi ikki eru umsetilig. Fiskiloyvini, sum eru umsetilig, eru útflýggjað uttan kostnað.
Reiðarar í fiskivinnuni fáa sostatt socialhjálp bæði beinleiðis og óbeinleiðis. Beinleiðis socialhjálp er minstaløn og skattalætti, meðan óbeinleiðis socialhjálp er ognarskattafrælsi gjøgnum umsitingina av fiskivinnuni, verja av fiskirættindum, útvegan av fiskirættindum osv.
Tá tað ber so væl til at skatta bilar, má eisini at bera til at skatta fiskidagar, dagarnir eru skrásettir fyri hvørt skip eftir stødd. Eitt slíkt gjald hevði havt við sær at ongin hevði lagt seg á óneyuga nógvar fiskidagar.
Gjøgnumskygni og diskriminatión
Man kann undrast á hvat endamálið við teimum ymsu formunum fyri ognarskatt er. Sum tað ljóðar á fíggjarmálaráðharranum, so er endamálið einans at fáa pengar í landskassan. Um so er, er ikki neyðugt við serliga fløktum skipanum.
Fyri akførini sær tað út sum um endamálið serliga er at raka persónvognar við diesel og ein kann freistast til at trúgva at endamálið er at minka um brúki av dieselolju. Yvirlitið hjá Akstovuni vísir tó, at allir vøruvognar og lastbilar brúka diesel, so endamálið er neyvan at minka um nýtsluna av dieselolju.
Uppgerðin vísir at lastvognar og leguvognar rinda minni enn onnur akfør, tí kann ikki sigast annað enn at talan er um fjaldan stuðul til vinnulívið. Tað sama er galdandi fyri skrásetingargjaldið. Ein slíkur stuðul til lastbilar kann ikki virka annað enn kappingaravlagandi, tí lastbilaflotin gerst alt ov stórur og tað viðførir eina vánaliga nýtslu av bilunum.
Vektgjaldið er soleiðis ein stuðul frá persónbilaeigarum og vøruvognseigarum til lastbilaeigarar upp á einar 15 mió. kr um árið, roknað út eftir prísinum á persónvognum við diesel.
Skattingin av persónbilum fær eisini eitt heldur óhugaligt perspektiv, um ætlanin er at legggja kostnaðin av undirsjóvartunnlunum og ferjum yvir á bilarnar, tí tá verða tað bara teir løttu bilarnir, sum koma at gjalda.
Meðaprísurin fyri hvørt kg av akfari er 2,26 kr og tað hevði verið ógvuliga rímuligt at goldið ein eins kg prís fyri øll akfør. Hvørt einasta akfar er skrásett við eini eintýðugari eginvekt hjá Akstovuni og tí er ongin grund til at halda fast í vektklassunum. Tað sama eigur at vera galdandi fyri skrásetingargjaldið.
Brúkarin eigur at keypa sítt akfar eftir tørvi og ikki eftir hvørji avgjøld eru løgd á tað.
Fyri útvarp og sjóvarp eru vit í tí løgnu støðu, at statsliga monopolið er brotið, men er kortini varðveitt í tólgjaldinum. Hetta er ein rættuliga grov diskriminering ímóti øðrum sum varpa út. Er talan um ein licens, ber í dag til at keypa signal og rindar man ikki, so missir man signalið. Sjónvarpsgjaldið er heilt burturvið, tí her er bara talan um endurvarp av DR1 og DR2 og støðin kundi tí støddfrøðilig gingi undir heitinum: DR1 + DR2 = DR(1+2) = DR3.
Um endamálið er at reka eitt lands kringvarp, so eigur tað at vera fíggjað yvir fíggjarlógina.
Hóast gjøgnumskygni hevur verið gandaorðið síðan vit fingu nýggju stýrisskipanarlógina, tykist breið semja at vera millum flokkarnar um at gera og varðveita fløktar skipanir, har tað ber til at diskriminera. Uppskotið hjá Miðflokkinum um at veita serligan bilstuðul til familjur við fleiri enn 4 børnum, fellur væl inn í hendan politikkin.
Tá vanlig fólk skulu hava socialhjálp, er kravið, at tey skulu prógva, at tey hava tørv. Og tey skulu altíð søkja um hjálpina, t.d. rentustuðul ella koyriendurgjald. Tað sama kann ikki sigast at vera galdandi fyri partar av okkara vinnulívið. Ávísir partar av vinnulívinum hava eftir øllum at døma altíð tørv á socialhjálp, tí er tað nærmast siðvenja at byggja socialhjálpina inn í lóggávuna. Slíkar innbygdar skipanir skapa ikki gjøgnumskygni og eru uttan iva kappingaravlagandi.