Ógvuslig mótmæli í Southport eftir at trý børn eru dripin

Hundraðtals fólk eru á gøtunum í býnum Southport eftir kníválopið mánadagin, har trý børn vórðu dripin.

Leysasøgur vilja vera við, at gerningsmaðurin er friðskjólsøkjari við aðrari tjóðskaparligari bakgrund, og at álopið kann setast í samband við yvirgang. Hendingin er tó ikki terrorrelaterað, hevur løgreglan áður boðað frá. - Mynd: Richard McCarthy/Ritzau Scanpix

Ógvuslig mótmæl vóru í kvøld, tætt við har trý børn doyðu í einum kníválopi í enska býnum Southport.

Hundraðtals fólk eru á gøtunum at mótmæla kníválopinum mánadagin, har ein 17 ára gamal drongur er handtikin og undir illgruna fyri dráp og drápsroynd.

Hetta siga fleiri bretskir miðlar, eitt nú The Guardian og BBC.

Mannamúgvur kasta steinar og fløskur eftir lokalu løgregluni.

Sambært The Guardian hevur ein embætismaður brotið nøsina og fleiri løgregluakfør eru skadd og eldur settur á.

Partur av ófriðinum í Southport snýr seg serliga um eina lokala mosku í býnum.

Eftir kníválopið mánadagin eru spekulatiónirnar um samleikan hjá mistonkta gerningsmanninum øktar.

Løgreglan á staðnum upplýsir, at skeiv nøvn eru spjadd um samleikan hjá tí 17 ára gamla.

Millum spekulatiónirnar er, at gerningsmaðurin er friðskjólsøkjari við aðrari tjóðskaparligari bakgrund, og at álopið kann setast í samband við yvirgang.

Hendingin hevur tó ikki samband við yvirgang, hevur løgreglan áður boðað frá.

Varapolitiinspektørurin í býnum, Alex Goss, kallar útbreiðsluna av leysasøgum um gerningsmannin og eftirfylgjandi ófriðin fyri heilt ''sjúkligan''.

- Nógv spekulatión hevur verið um tann 17 ára gamla, og onkur brúkar tað til at skapa harðskap í gøtunum, sigur Alex Goss sambært Sky News.

- Vit hava longu greitt frá, at tann handtikin er føddur í Bretlandi, og mongu gitingarnar og spekulatiónirnar hjálpa als ongum beint nú.

- Tað er sjúkligt at síggja hetta fara fram í einum lítlum samfelag, sum longu er oyðilagt av syrgiliga missinum av trimum ungum mannalívum, sigur eftirlitsmaðurin.

Knívaálopið fór fram undir einum Taylor Swift workshop á einum dansiskúla. Tríggjar gentur, ávikavist 6, 7 og 9 ár, vórðu dripnar.

Ein 17 ára gamal drongur er undir illgruna fyri at standa aftan fyri álopið. Týsdagin varð hann avhoyrdur av løgregluni, men motivið er enn ókent.

 

/ritzau/

 

Leysasøgur vilja vera við, at gerningsmaðurin er friðskjólsøkjari við aðrari tjóðskaparligari bakgrund, og at álopið kann setast í samband við yvirgang. Hendingin er tó ikki terrorrelaterað, hevur løgreglan áður boðað frá. - Mynd: Richard McCarthy/Ritzau Scanpix