Ógvusligur uppreistur - stjórnin í Iran kann fella

Sambært Iran Human Rights eru í minsta lagi 45 mótmælisfólk dripin, og internetið er stongt um alt landið

 

Seinastu tíðina hava nógv fólk verið í gøtunum í fleiri enn hundað iranskum býum, har tey mótmæla landsins stjórn.

 

Sagt verður, at uppreisturin eitt nú hevur sína orsøk í búskaparligum skrædli.

 

Nú heldur leiðarin fyri Iran Human Rights, Mahmood Amiry-Moghaddam, at áhaldandi ófriðurin og mótmælini kunnu fara at fella landsins ovasta leiðara, ayatolla Ali Khamenei.

 

Miðeysturserfrøðingur heldur, at landsins stjórn hevur mist tamarhaldið á fólkinum og at tey krøkja seg til maktina við einari sterkari trygdarskipan.

 

Sambært Iran Human Rights eru í minsta lagi 45 mótmælisfólk dripin, og internetið er stongt um alt landið.

 

##med2##

 

Mótmælini og uppreisturin merkja lívið í gøtunum í iranska høvuðsstaðnum, Teheran, har eldur er í bilum og bygningum.

 

Eygleiðarar siga, at hetta eru størstu mótmælini móti stjórnini í Iran í fleiri ár, og higartil hevur uppreisturin vart í skjótt tvær vikur.

 

Kelda til hesi tíðindi úr Iran í nátt er www.tv2.no 

 

 

 



 

 

Landsins ovasti leiðari, ayatolla Ali Khamenei