Tað ber væl til at gera netbankan føroyskan aftur.
Tað staðfestir rættarnevndin hjá løgtinginum.
Men fyribils vil hon kortini ikki áleggja bankunum at gera tað, tí málið skal fyrst kannast út í æsir.
Nevndin hevur viðgjørt eitt uppskot frá Høgna Hoydal, tinglimi fyri Tjóðveldi, um at netbankin, og allir aðrir talgildir upplýsingar um føroyingar, skulu goymast og viðgerast í Føroyum
Undir viðgerðini hevur nevndin havt fund, bæði við peningastovnarnar og KT felagið, umframt við Jørgen Niclasen, landsstýrismann í fíggjarmálum, og løgmann. Og har hevur nevndin fingið at vita, at tað ber væl til at flyta aftur KT-skipanirnar heimaftur, sum peningastovnarnir hava flutt av landinum
Tað er komið fram, at í 1987 flutti bankin, sum tá var, allar allar KT skipanirnar uttanlands, men flutti tær heimaftur í 1994. Men í 2010 fluttu so allir bankarnir sínar skipanir av landinum.
- So at flyta skipanir millum londini, er ikki ókent fyri bankar, staðfestir øll samgongan í rættarnevndin
Hinvegin ber ikki til at staðfesta, hvat tað hevði kostað at flutt KT skipanirnar heimaftur, og, hvørjar avleiðingar tað annars hevði havt við sær, tí upplýsingar, sum eru komnar fram, eru mótstríðandi
Samgongan heldur, tað er avgerandi, at Løgtingið kennir avleiðingarnar av einum máli, áðrenn ein støða verður tikin, og vísir á, at hon hevur áður heitt á landstýrið um at kanna hetta ítøkiliga málið.
Í hesum sambandi vísir samgongan á, at ein avtala er eisini gjørd við bankarnar um at gera eina óhefta kanning, sum skal lýsa kostnaðin, fyrimunirnar og vansarnar við at flyta KT-skipanirnar hjá peningastovnunum heimaftur til Føroya.
Samgongan heldur, at samstundis ein partur av kanningini skal eisini vera at lýsa, hvørjar avleiðingar tað fær, verða KT skipanirnar ikki verða fluttar heimaftur.
Her verður hugsa um, antin tað fær avleiðingar fyri at framtíðartryggja føroyska KT-infrakervi, fyri at menn KT-vinnuna vitanarstøðið á økinum.
Tey halda, at tað er rætt at bíða til hendan kanningin er gjørd og tí vilja tey ikki taka undir við uppskotinum frá Høgna Hoydal um at taka allar KT skipanirnar heimaftur.
Og tey leggja samstundis stóran dent á, at kanningin av álvara verður óheft.