Tað máar trúvirði undan ungdómspolitiskum virksemi, tá ið intolerantar, hatskar og ódemokratiskar viðmerkingar ikki hava avleiðingar. Talufrælsi tryggjar okkum rættin til at siga okkara meining. Tað er tó ikki eitt fríkort til at siga tað tú hevur hug til, uttan at tað fær avleiðingar.
HUXA – fólkafloksungdómur – eigur alment at koma við eini umbering fyri viðmerkingar, ið skrivari felagsins tann 19. desembur bar fram á Facebook. At kalla okkara demokratisku skipan ”ódemokratiska” er eitt. Men at kalla muslimar fyri ”svín” og ”helvitis fanar” er undir allan kritikk.
Í Føroyum hava vit eina sterka demokratiska mentan, ið virðir bæði talu-, trúar- og persónliga frælsi hins einstaka. Vit hava tó eisini eina sterka og vælvirkandi rættarskipan, ið hevur til endamáls at syrgja fyri, at fólk ikki fáa tað fatan, at frælsi merkir frælsi frá abyrgd og avleiðingunum. Um tú velur at nýta títt persónliga talufrælsi á slíkan hátt, at tú niður- og fremmandagerð ein heilan trúarbólk, næstan eitt heilt fólkaslag, so mást vera greiður yvir, at hetta kann fáa avleiðingar fyri teg. Vit kunnu ikki øll tíggja okkum sum okkum lystir, og nýta okkara persónliga frælsi sum umbering, tá ið traðka onnur á tærnar.
Jóhan Eli verður neyvan stevndur á hesum sinni. Slíkar útsøgnir gerast tíverri alsamt meiri og meiri vanligar og góðtiknar í kjakinum um tilflytarar, immigratiónspolitikk og islam í vesturheiminum. Men HUXA eigur sum politiskt ungmannafelag, ið er grundað á fólkaræðisligu grundsúlurnar, at taka frástøðu frá slíkum segregerandi hugsunarhátti, ið fær hvassorðaða apartheid-retorikkin í Suðurafrika at renna einum til hugs. Og felagið eigur sjálvsagt eisini at tala at útsøgnunum hjá Jóhan Eli og gera greitt at tílíkur hugsunarháttur ikki sømir seg í einum demokratiskum, tollyntum og frælsum samfelag, sum okkara nú einaferð er.
Vit mugu øll í felag sláa manngarð um demokratisku virðini í samfelagnum, tí at sum vit ferð eftir ferð fáa staðfest, so eru tey, tíverri, ongin sjálvfylgja.
Tór Marni Weihe,
limur í landsnevnd Unga Tjóðveldsins