Klopp: Okkara besti dystur í ár

Premier League: Liveprool setti punktum fyri 31. umfar við einum stórsigri

Mynd: (Scanpix) Jurgen Klopp kundi aftur smíla eftir dystin í gjár.

Liverpool setti í gjár punktum fyri 31. umfar í Premier League við einum 6-1 sigri á Leeds United á Elland Road. Eftir fýra dystir uttan ein sigur vann Liverpool og afturgangandi fyri hetta kappingarárið, so var talan um ein stórsigur. Tann fjórði í hesum kappingarárinum.

 

Liverpool hevur fyrr í ár vunnið 9-0 á AFC Bournemouth, 7-0 á Manchester United og 7-1 á Rangers. Av hesum sigrunum er Jurgen Klopp, venjari hjá Liverpool, mest nøgdur við sigurin í gjár.

 

- Hetta er okkara besti dystur í hesum kappingarárinum á fleiri økjum. Vit hava tamarhald á dystinum og fáa Leeds at gera fleiri mistøk. Ein fantastiskur dystur við fantastiskum málum. Hetta er tað besta okkara trýstspæl hevur riggað í longri tíð, sigur Jurgen Klopp við Sky Sports.

 

Mohamed Salah og Diogo Jota skoraðu tvey mál í part. Cody Gakpo byrjaði málveitsluna og innskifti Darwin Núñez setti punktum fyri dystinum og 31. umfari í Premier League.

 

Premier League 31. umfar:

 

17.04Leeds1:6Liverpool
16.04Nottingham Forest0:2Manchester United
16.04West Ham2:2Arsenal
15.04Manchester City3:1Leicester
15.04Tottenham2:3Bournemouth
15.04Everton1:3Fulham
15.04Chelsea1:2Brighton
15.04Southampton0:2Crystal Palace
15.04Wolves2:0Brentford
15.04Aston Villa3:0Newcastle
1Arsenal31235374:3174
2Manchester City30224478:2870
3Manchester Utd30185746:3759
4Newcastle301511448:2456
5Tottenham311651057:4553
6Aston Villa311551144:4050
7Brighton29147854:3749
8Liverpool30138956:3647
9Brentford311013847:4243
10Fulham301261242:4142
11Chelsea311091230:3339
12Crystal Palace31991331:4036
13Wolves31971526:4234
14Bournemouth31961631:5933
15West Ham30871529:4131
16Leeds31781640:6029
17Everton31691624:4627
18Nottingham F.31691624:5627
19Leicester31742041:5525

Mynd: (Scanpix) Jurgen Klopp kundi aftur smíla eftir dystin í gjár.