Tróndur og Billa Sandoy, sum eru seks og níggju ára gomul, hava sum systkin fylgst alt teirra lív, í barnagarðinum, í frítíðini og í grannalagnum. Men stendur tað til Tórshavnar býráð og Venjingarskúlan fara vegir teirra í hvør sína ætt, tá ið skúlin byrjar eftir summarfrítíðina. Tróndur var um reppið ikki at sleppa í Venjingarskúlan fyri tveimum árum síðani, men slapp kortini. Og Billa, sum nú skal í skúla fyri fyrstu ferð, bíðar í løtuni eftir svari uppá kæruna, sum foreldur hennara saman við foreldrunum at hinum 21 børnunum, ið ikki sleppa í Venjingarskúlan í 1. flokk, sendu landsstýrismanninum í undirvísingarmálum fyri sløkum tveimum vikum síðani. Fáa foreldrini viðhald í kravi teirra, sleppur Billa í Venjingarskúlan í 1. flokk saman við vinfólkunum í barnagarðinum. Fáa tey hinvegin ikki viðhald, er framtíðin óviss, hvat so hendir. Foreldrini siga í kæruni, at tey ætla at koma í Venjingarskúlan fyrsta skúladag í nýggja skúlaárinum, og verða tey beind á dyr fara tey sjálv undir at undirvísa børnini.
At Billa ikki sleppur í Venjingarskúlan uttan tógvið stríð og strev er ein støða foreldur hennara, Gunnvá Sandoy og Bo Møller Hansen, kenna aftur. Tá ið tey skrivaðu sonin, Trónd, inn fyri tveimum árum síðani fingu tey at vita, at hann var sloppin inn í Venjingarskúlan, men seinnapart.
Tað vóru vit ógvuliga kedd um, tí hinir dreingirnir í grannalagnum skuldu ganga fyrrapart. So fóru vit undir at stríðast fyri at fáa hann fyrrapart og tá fingu vit ávíst Brúnaskúla. Og tað hava vit í allar mátar verið nøgd við, sigur Gunnvá Sandoy.
Frá býráðsins síðu var Brúniskúli mettur at vera ein neyðloysn, og foreldrunum at børnunum varð sagt, at arbeiðast skuldi við hølisviðurskiftunum í vesturbýnum, soleiðis at ein loysn varð funnin. Men ístaðin fyri eru skúladømini strikað og innskrivingin er vorðin felags.
Tróndur situr enn saman við floksfeløgunum í Brúnaskúla, og veit ikki í løtuni, um tey sleppa í Venjingarskúlan, nú tey skulu í triðja flokk, sigur Gunnvá Sandoy
Eingin illgruni
Tað var ein stórur dagur, tá ið Billa skuldi innskrivast í býráðssalinum fyrr í ár. Nógv varð gjørt burturúr og tað var ógvuliga hugnaligt. Tey, sum skrivaðu børnini inn, vendu sær beinleiðis til børnini og spurdu, í hvønn skúla tey skuldu, um tey høvdu systkin, og í hvørjum skúla tey gingu. Vit fingu als ikki frænir av, at nakar trupulleiki var. Men ein vika gekk, tá ið vit fingu bræv um, at Billa skuldi skrivast inn av nýggjum, hesa ferð í Kommunuskúlan. Vit eru rætt og slætt hildin fyri gjøldur, sigur Gunnvá Sandoy.
Seinasta árið í barnagarðinum við Velbastaðvegin, har Billa gongur, hevur nógv verið gjørt burtur úr, at børnini skulu í skúla. Tey hava verið á legu, spælt skúlabørn, havt ferðslulæru og tosað um ymiskt, ið hevur við skúla at gera.
Nú verður Billa skild frá hinum børnunum, sum hon hevur havt hesar skúlaupplivingarnar saman við, frá børnunum, sum hon varð bólkað saman við frá fyrsta degi í vøggustovuni, tí hesi búgva í sama øki og tí natúrliga skulu í sama skúla, sigur Gunnvá.
Billa varð ógvuliga kedd, tá ið foreldrini søgdu henni, at hon kortini ikki sleppur í Venjingarskúlan.
Nú hini børnini hava vitjað skúlan og tannlæknan gongur upp fyri henni, hvat tað snýr seg um, og tað hevur hon verið ógvuliga hørm um. Hon hevur sitið einsamøll eftir eina ferð, tá ið hini børnini í barnagarðinum fóru á skúlavitjan. Tað er ikki at undirmeta, hvat slíkur órættur ger við børnini.
Eg skilji ikki, at tað skal vera so trupult at loysa málið til fyrimuns fyri børnini. Tað er so lætt hjá býráðspolitikarunum at játta pengar til ein graslíkisvøll til dømis, men her eru tey hvørki at høgga ella stinga í. Hví kann Venjingarskúlin ikki taka allan Brúnaskúla í nýtslu og so seta allar kreftir inn at loysa málið. Tað skylda tey okkum, tí tey hava ikki spælt við opnum kortum. Tey hava gyklað og latið sum um, og vit eru rætt og slætt lumpað, sigur Gunnvá Sandoy.
Eg kenni eitt dømi, har ein genta varð burturvíst fyri nøkrum árum síðani frá Venjingarskúlanum, ið hon av røttum átti at ganga í. Henni leingist enn eftir vinkonunum frá barnagarðinum, sum sluppu í Venjingarskúlan, og hon er ikki komin fyri seg síðani. Tað kann lætt henda fyri mína dóttir eisini. Børn eru ikki heima í dag í sama mun sum fyrr, vinarbondini, sum tey knýta eru á stovninum. Men meðan vinkonurnar hjá Billu í barnagarðinum búgva røttu megin Landavegin, sum sleppur í Venjingarskúlan, má Billa í annan skúla og finna sær nýggjar vinkonur, sigur Gunnvá Sandoy.
Ópraktiskt
At Tróndur og Billa í framtíðini fara at ganga í hvør sínum skúla er eisini ógvuliga óheppið í tann mun, at foreldrini skulu samskifta við tveir ymiskar skúlar og hava samband við so nógvar lærarar.
Man kann rokna við, at vinarlagið við vinkonurnar í barngarðinum fer fyri skjeytið, tá ið tær ikki fara í sama skúla. Eg kann hugsa mær, at tað verður ógvuliga einsligt hjá Billu, um hon fer í kommunuskúlan. Har er einki kent andlit og ikki tann tryggleikin hon annars hevði kent við at vera millum børn hon kennir.
Tað verður somuleiðis ein praktiskur trupulleiki, tí skúlarnir hava ikki somu frídagar, tiltøk og annað. Felags upplivingar, sum systkini kundu havt, so sum jólahald og annað verður einki av og tað er harmiligt, sigur Gunnvá Sandoy.
Tað eigur at vera eitt stórt upplivilsi at fara í skúla, men í okkara føri hevur tað sanniliga ikki verið stuttligt. Bæði Tróndur og Billa fáa í roynd og veru eina keðiliga skúlabyrjan. Vit kunnu eisini spyrja, hvagar børnini í hesum økinum enda næsta ár hvør sigur at tað verður kommunuskúlin. Tískil er og verður hesin býarparturin við sviðusoð, sigur Gunnvá Sandoy.
Tá ið málið var fyri á býráðsfundi kom býráðsformaðurin at siga: hvat gera vit við avlopsbørnini? Og tað er akkurát kenslan vit sita við, at hetta eru børnini, sum ikki hoyra heima nakra staðni.
Gíslar
Foreldrini at teim 22 børnunum harmast um, at skúlastjórin í Venjingarskúlanum tengir aðra skúlabygging uppí hetta ítøkiliga málið. Endamál hansara tykist at vera at nýta hetta høvið til at útvega skúlanum víðkaðar umstøður. Tað er at misnýta sína ávirkan at tengja málini saman, men skúlaráðið og býráðið hava gloypt orðum skúlastjórans, verður sagt í kunningarskrivinum til landsstýrismannin í skúlamálum.
Skúlastjórin í Venjingarskúlanum hevur eitt ógvuliga stórt vald bæði á býráðið og skúlaráðið. Tá ið vit ringdu til hansara í hesum sambandi segði hann okkum, at hann var púra líkaglaður við hesi børnini, tí tey vóru ikki hansara trupulleiki og hann vildi ikki stuðla okkum at arbeiða fram ímóti, at tað verður loyst. Vit føla, at okkara børn verða brúkt sum jarnbrot fyri at útvega skúlanum fleiri høli. Vit biðja ikki um, at skúlin verður útbygdur, tí tað er ørt, men okkara ynski er bara, at allur Brúniskúli verður tikin í nýtslu, sigur Gunnvá Sandoy.
Um Billa saman við hinum 21 børnunum endar í Venjingarskúlanum ella Kommunuskúlanum er upp til landsstýrismannin í undirvísingarmálum at gera av. Tá ið kæran varð latin inn, segði hann, at hann skuldi avgreiða málið skjótt, helst áðrenn tvær vikur vóru farnar. Í løtuni bíða tey 22 børnini og foreldur teirra spent . . .