Okkara jól næstbesta jólabryggið

Fríggjadagin 3. november var J-dagur, og sostatt vóru øll ársins jólabryggjmerkir á marknaðinum. Henda sama dag – fríggjadagin 3. november – hittust limirnir í danska felagnum,Vestjysk Ølkultur, SVØ, at smakka og kjósa ársins jólabryggj.

 

SVØ hevði valt 12 ymiskar jólabryggj út, sum vórðu latnir limunum at blindsmakka. Tað er, at limirnir vistu, at teir skuldu smakka jólabryggj, men ikki hvørjum bryggjarí ølið var frá. Her vóru bæði gamlir kenningar og nýtt á skránni.

 

Uppundir jólabryggjsmakkingina setti fyrrverandi limurin hjá SVØ í Føroyum, Bjarne Juul Pedersen, seg í samband við felagið. Hann veit alt um bryggjaríið Okkara og syrgdi fyri, at Okkara Jól, kom fram til smakkingina.

 

Okkara Jól varð nummar tvey í bólkinum fyri øl veikari enn 6,3%. Vinnari bleiv Julehyg hjá Refsvindinge Bryghus.

 

Í eini aðrari blindtest, hjá