Í løtuni er 2. viðgerð um fimta útbjóðingarumfar til leiting eftir og framleiðslu av kolvetni. Kaj Leo Holm Johannesen, tingmaður fyri Sambandsflokkin, hevur havt orðið eina løtu, og hann er ikki í iva um, at Føroyar eiga at leita eftir oljuni.
- Tá onkur sigur við meg, at vit ikki skulu fara eftir olju, má eg spyrja hví. Hví ikki, tá tað er kol, sum dálkar allar mest? Harra forkvinna: lat okkum fáa so nógva olju upp, sum vit kunnu. Lat okkum gera tað fyri at minka um dálkingina frá koli. Tað hevur stóran týdning at vit avlasta kolframleiðsluna. Tann einasti mátin at gera tað er at fáa oljuna upp, segði Kaj Leo Holm Johannesen á talarastólinum og vísti á, at tøknin mennist samstundis, sum í framtíðini kann avloysa oljuna.
- Tað má vera logikkur fyri øll. Vit hava skyldu til at fáa so nógva olju upp sum møguligt. Tað er okkara skylda sum menniskju.