Farmaflutningur
Stjórin í Samskipum í Føroyum, Joel undir Leitinum, sigur, at flaggskipini hjá felagnum, Helgafell og Arnafell, eru skrásett í Føroyum. Hetta eru tvey spildurnýggj skip, sum eru komin av skipasmiðju í ár. Tey eru merkt 900 teus, sum tað eitur á skipamáli. Føroyska havnin hjá Helgafell og Arnafell er Kollafjørður.
Skipini, sum sigla á og av Klaksvík, Skaftafell og Akrafell, eru stívliga 300 teus, og hesi verða í næstum skift út við tvey onnur skip, sum felagið kemur at leiga. Skaftafell og Akrafell eru ov smá og tey, sum koma í staðin, eru stívliga 600 teus ? ella tvífalt so stór sum tey verandi.
Leigaðu skipini, sum koma úr Týsklandi, eru góð og rímiliga nýggj skip.
Siglingarleiðir
Um siglingarleiðirnar hjá teimum fýra skipunum, sum Samskip hevur í sigling hendanvegin, sigur Joel, at leiðin úr Klaksvík gongur niður til Immingham í Bretlandi, haðani til Rotterdam, upp til Ísland og aftur til Klaksvíkar.
- Skipið er í Rotterdam sunnudag, og tað merkir, at vit fáa fisk á marknaðin mánamorgun, haðani Samskip hevur sambond runt um í Evropu, Ameriku, Fjareystri, Afriku ? og hvar tað skal vera, sum hann tekur til.
Stjórin vísir á, at leiðin úr Kollafirði við teimum báðum nýggju skipunum gongur til Immingham, Rotterdam, Cuxhaven, Varberg í Svøríki, Århus og haðani upp aftur til Kollafjarðar.
- Skipið fer úr Århus fríggjakvøld og er á Kollafirði sunnukvøld ella tíðliga mánamorgun, haðani tað fer upp til Reykjavíkar, sigur hann og leggur aftat, at hvør ruta úr Kollafirði og Klaksvík tekur umleið tvær vikur.
Stórt felag
Samskip hava í løtuni tilsamans 47 skrivstovur í 21 londum, og haraftrat starvast umboð fyri felagið kring allan heimin. Samlaða talið av skipum liggur um eini 50 og talið av starvsfólki, nú felagið eisini hevur keypt fyritøkuna, Kloosterboer, er út við 1300.
Skrivstovan hjá felagnum í Føroyum er Yviri við Strond í Havn, har stjórin, Joel undir Leitinum, starvast saman við trimum øðrum fólkum.
Tað er Farmaleiðir hjá Strandfaraskipum Landsins, sum tekur sær av allari koyring og lossing fyri Samskip, og hetta samstarv er stjórin væl nøgdur við.
- Vit hava ein sáttmála við Farmaleiðir, og vit eru serstakliga fegin um ta tænastu, sum tey veita okkum. Við hesum samstarvi røkkur Samskip út í hvønn krók í landinum, eins og felagið við sínum stóra netverki røkkur út í hvønn krók úti í heimi, sigur Joel.
Samskip hevur nú virkað í Føroyum í stívliga eitt ár, og felagið er væl nøgt við gongdina hetta fyrsta árið.
- Kappingin á farmamarknaðinum er beinhørð, men vit hava nógv at gera, og eingin ivi er um, at Samskip er komið til Føroya fyri at vera, sigur Joel.
Hann vísir á, at samlaði farmaflutningurin til og úr Føroyum er ikki vaksin, men parturin hjá Samskipum er nógv vaksin alla tíðina, síðan felagið byrjaði sítt virksemi her.
- Eg haldi, at flestu út-og innflytarar brúka skipini hjá okkum til flutning, sigur stjórin.
Joel undir Leitinum tók við sum stjóri í Samskipum í Føroyum, 1. oktober 2004. Hann er útbúgvin cand. merk, og síðan hann varð liðugur at lesa, hevur hann arbeitt hjá oljufelag í London í hálvt ár, á Føroya Fiskasølu í trý ár og hjá Eimskip í hálvt triðja ár.
Út- og innflutningur
Stjórin sigur, at Samskip fer at hava sín egna bás á North Atlantic Fish Fair.
- Ein partur av framsýnarunum eru viðskiftafólk hjá okkum, og nógv av teimum vitjandi eru eisini okkara viðskiftafólk. Vit fara at seta fokus á tað, sum vit dagliga fáast við - út-og innflutning, sigur stjórin á Samskipum í Føroyum, Joel undir Leitinum.