Okkara sodavatn nú á marknaðinum

Tey fyrstu árini hevur Okkara Bryggjarí havt fokus á ølframleiðslu, sum nú er komin í eina trygga legu. Vøruúrvalið av øli er breitt og fevnir um flest øll ølsløg.

Petur Petersen, sølustjóri, fegnast um, at marknaðurin hevur tikið væl í móti Okkara øli sum hevur fingið gott pláss á føroyska marknaðinum.

Men, Okkara Bryggjarí hevur alla tíðina havt ætlanir um eisini at hava sodavatn í sínum vøruútboði.

- Hetta er nú ein veruleiki. Eins og við ølinum, leggja vit við sodavatninum stóran dent á nærlagni, góðsku og smakk. Drúgv tíð er brúkt til at finna røttu góðskuna og smakkin. Haraftrat er dentur lagdur á vakurt og nýhugsað snið á fløskum og etikettum.

Petur vísir á, at fløskustøddirnar eru hálvan litur og hálvan annan litur.

- Sodavatnið hjá Okkara Brýggjaríi verður selt í handlum kring landið, og vit eru í løtuni í holt við at koma út um alt landið við nýggju og forvitnisligu vøruni.

Sølustjórin sigur, at tey fýra sløgini, sum Okkara í fyrstu syfti hevur, eru Okkara Orka, Okkara Kola, Okkara Kola Light og Okkara Gula.

- Nýggju vørurnar fara samstundis at gera, at Okkara Bryggjarí, nú vit eisini hava sodavatn í konseptinum, kemur meiri út til handlarnar um landið, og hetta fer eisini at geva okkum nýggj sambond við enn fleiri viðskiftafólk, sum vit ikki á sama hátt hava havt áður, sigur hann.

Okkara Bryggjarí og stóra danska bryggjaríið Harboe eru farin at samstarva. Hetta samstarv gongur báðar vegir.

- Við samstarvi um innkeyp, fær Okkara betri innkeypsprísir. Harumframt fær Okkara møguleika at útflyta øl til stórar marknaðir í Evropa, har Harboe er stórur aktørur.

Sølustjórin sigur, at møguleiki eisini er fyri, at Okkara kann framleiða øl fyri Harboe til íslendska marknaðin.

- Samstarvið millum Okkara og Harboe fevnir eisini um framleiðslu av sodavatni.

Hann sigur, at tað er Okkara Bryggjarí, sum eigur sodavatnið, sum nú er komið á føroyska marknaðin.

- Hetta er okkara egni smakkur og okkara egna design, men tað er Harboe sum framleiðir vøruna fyri okkum, leggur Petur Petersen aftrat.