Okkum tørvar Export Faroe Island

- Okkum tørvar eina landsumfatandi fiskasølu, kanska eftir sama konsepti sum Visit Faroe Islands, heldur línuskipareiðari.

Línuskipareiðarin, Kristian Martin Petersen í Fuglafirði, heldur, at tað saktans kundi verið eitt gott hugskot at brúkt ein part av játtanini til fiskivinnuroyndir til eitt “Export Faroe Islands”, har bæði reiðaríini og almennu pengarnir gjørdu eitt miðvíst átak at selja føroyskan fisk úti í heimi.

 

- Vit síggja, tá vit eru á messum og í handilsørindum uttanlands, at ein fesk hýsa í Geneve ella Hamburg gjarna kostar einar 99 krónur fyri kilo. Sama hýsa her heima verður kanska seld fyri 10-15 krónur fyri kilo. Tað einasta, sum hendir á vegnum niður gjøgnum Evropa, er, at onkur kappar høvdið av hýsuni og leggur hana í eina skuffu við ísi í einari handilsmiðstøð - og tá fer prísurin upp.

 

Línuskipareiðarin vísir á, at millumliðini eru mong, men tað eigur at bera til frá føroyskari síðu at koma nærri keyparanum. Hann heldur, at okkum tørvar eina landsumfatandi fiskasølu, kanska eftir sama konsepti sum Visit Faroe Islands, men bara á útflutningssíðuni.

 

Kristian Martin Petersen sigur, at eitt annað, sum pengar av játtanini til fiskivinnuroyndir, sum longu eru á fíggjarløgtingslógini, kundu verið brúktir til, var at stýra fiskidøgunum hjá línuskipum soleiðis, at innaru grunnarnir í størri mun verða spardir.

 

- Um fiskivinnuroyndir lótu eina upphædd til hvørt skipið, sum fer út um 300 metra dýpi at royna, hevði borið til hjá øllum línuskipum at víðka um vanliga fiskiøkið á grynri vatni. Men, í løtuni torir eingin at gera royndir við egnari risiko, tí eingin í heimaflotanum hevur ráð at gera vaðskítatúrar.

 

Línuskipareiðarin heldur, at fiskivinnuroyndir eitt nú kundi latið teimum skipum, sum kanska gera tveir túrar á djúpum vatni, eina fasta upphædd fyri hvønn veiðidag.

 

- Tá høvdu vit í fyrsta lagi fingið vitan um veiðimøguleikarnar, sum vit ikki brúka dagliga, og í øðrum lagi høvdu vit spart innaru grunnarnar fyri nógvar fiskidagar. Ein slík skipan hevði verið løtt at sett í verk, og einki eykaarbeiði hevði fallið á fyrisitingina av hesum, sigur Kristian Martin Petersen.