Her eru nú Norðurlandahúsið við sínum veldigu møæguleikum, Sjónleikarahúsið, sum hóast tað kenst aftur, ikki er samanberuligt við tað gamla og so Margarinfabrikkin.
Og í báðum húsunum eru fólk sett at taka sær av tí praktiska.
Nú sum fyrr eru nógv dugandi fólk í øllum aldri fús at spæla sjónleik.
Alt skuldi verið gott, og tú fær teg næstan ikki til at siga tað: men verður nú eisini ráð til at spæla sjónleik? Verða nýggjar framførslur í báðum húsunum ísenn?
Eitt er, sum sjeytiárini høvdu og eg sáran sakni. Tað er ein leiðari, leikstjóri við hollari vitan um sjónleik, báði nú og fyrr, ikki bara ein nú og annan tá. (Lat meg bara siga tað, ein sum kom í staðin fyri Eyðun).
Hesin kundi so havt eina nevnd aftan fyri seg, men tað var hann, sum legði eina fjølbroytta ætlan fyri, hvat skuldi spælast komandi árini.
Hesi seinastu mongu árini hevur tú ferð eftir ferð spurt teg sjálvan, hví hesin ella hasin leikurin var spældur, og tá komin eftir, at tað ofta var tann reina tilvildin, sum ráddi.
Onkur hevði sæð okkurt ella kendi ein leikstjóra, sum beint nú kundi koma. Heildarúrslitið verður hareftir. Spakuliga venjast fólk frá at fara til sjónleik.
Mangt er í neyðini nýtt og ofta hevur verið tikið eftir neyðloysnini at halda ein ella annan føðingardag, rundan dag. Alt gott um tílík hald, kunnu verða hugnalig og kundi verið ímillum leikirnar, ikki høvuðstiltakið tað árið.
Altíð kann okkurt verða at halda, og tá einki savnandi fólk er, kann ein nú og annar tá koma við teim mest margháttligu hugskotunum, einki mótspæl er.
Sjálvandi kann alt blíva til okkurt, um nóg mikið av fólki verður savnað saman og pengar fingnir til vega.
Men vit mugu fáa eina samanhangandi røð av fjølbroyttum dygdargóðum framsýningum. Venja fólk at fara til sjónleik aftur regluliga. Eitt hissini fýs so av og á ger einki summar.
Skjótt gongur tíðin, men nú eg hugsi meg um, eru skjótt fýra ár síðan eg sá Gøtuna, ein í allar mátar góður leikur. Soltið og svangligt í eitt 5 ella 10 ára skeið. (Sjálvandi hava verið aðrir leikir, men fáir teirra fór inn um skræðuna).
Sjónleikarahúsið og Gríma stóðu tá saman. Hetta frálíka úrslit mátti elvt til umhugsan.
Nei, eg meini bara, at nú eru karmarnar har, men eg sakni, og havi gjørt tað í nógv ár, eitt fólk, sum hugsaði um sjónleik og næstan einki annað. Var leysur av praktiskum tingum og spældi ikki sjálvur.
Hevði stundir til at hugsa seg um. Hvat skulu vit leika? Er hetta nakað fyri okkum. Síðsta ár høvdu vit ein líknandi leik, so vit mugu heldur velja ein annan o.s.fr.
Steinbjørn B. Jacobsen
2.10.98