OL: Foreldrini eru íslendsk men Kristín valdi at spæla við Svøríki

Kristín Þorleifsdóttir tók ikki av møguleikanum at spæla við Íslandi

Tá tað kemur til ættarbondini er Kristín Þorleifsdóttir, ið spælir við svenska hondbóltslandsliðnum heilur íslendingur. Bæði foreldrini eru íslendsk.

 

Men 26 ára gamla Kristín Þorleifsdóttir er vaksin upp í Svøríki, og hennara val fall á svenska landsliðið, hóast henni stóð í boði at umboða landið hjá foreldrunum.

 

- Eg var fyrst úttikin til íslendska landsliðið, men beint aftaná var eg eisini úttikin til svenska landsliðið. Tað endaði við, at eg valdi Svøríki. Men tað hevði eisini verið ein heiður at spælt við Íslandi. Sigur Kristín Þorleifsdóttir í samrøðu við íslendska kringvarpið, RÚV. 

 

Hvørki íslendska manslandsliðið ella kvinnulandsliðið vann seg til OL-endaspælið, og tí eru tey í Íslandi spent upp á hvussu tað fer at gangast Kristín Þorleifsdóttir við svenska landsliðnum.