– Kanadisku OL-fyrireikararnir yvirhoyrdu atfinningar at sleðubreytini og lótu íðkararnar fara á hana, sigur pápi til georgiska sleðaran, Nodar Kumaritashvilli, sum var dripin fríggjadagin undir venjing. Pápin, David Kumaritashvilli, sum sjálvur er gamal sledari, vísir á, at fleiri undan OL hava funnist at, at breytin var ov skjót, samstundis sum hon tekniskt er torfør at gjøgnumføra. Eisini finst hann at, at bara kanadisku íðkararnir hava havt nóg góðar stundir til at vant á breytini.