OL-hondbóltur: Donsku kvinnurnar vunnu bronsu

Talan er um fyrsta olympiska heiðursmerkið hjá danska kvinnulandsliðnum í 20 ár

Í 20 ára hava donsku hondbóltskvinnurnar bíðað eftir einum olympiskum heiðursmerki. Í dag var stundin komin at vinna eitt aftur.

 

Danmark vann sannførandi 30-25 á Svøríki í bronsudystinum í Lille í Fraklandi. Í steðginum var Danmark á odda 15-13. Danmark var á odda við minst tveimum málum allan seinna hálvleik, og móti dystarenda bygdu tær uppá leiðsluna.

 

Sandra Toft stórspældi í danska málinum við at bjarga 40 prosent av svensku royndunum. 

 

- Eg eri ovurfegin og eri í sjeynda himli aftaná hetta avrikið. Segði venjarin, Jesper Jensen aftaná dystin.

 

Hetta er fjórða heiðursmerkið Danmark vinnur seinastu fýra endaspølini. Danmark vann HM-bronsu í 2021 og í 2023, og EM-silvur í 2022.

 

Tað ljóðar, at nakrir profilar fara at gevast á norska landsliðnum, so tað fer at nærkast, at Danmark kann vinna gull aftur. 

 

Í EM-endaspælinum í Basel í Sveis spæla Føroyar móti Danmark. Tann dysturin verður leiktur 3. desember klokkan 17. 

 

Danmark-Svøríki 30-25 (15-13) - Bronsudystur

 

Danmark: Mie Højlund 5, Trine Østergaard 4, Helena Elver 4, Emma Friis 4, Anne Mette Hansen 3, Rikke Iversen 3, Kristina Jørgensen 3/2, Louise Vinter Burgaard 2, Line Haugsted 1, Sarah Aaberg Iversen 1

 

Bjargingar: Sandra Toft 16/1, 40%.

 

Svøríki: Nathalie Hagman 5/2, Jamina Roberts 4, Nina Koppang 4, Linn Blohm 3, Carin Strömberg 2, Jenny Carlsson 2, Olivia Löfqvist 2, Tyra Axnér 1, Elina Hansson 1, Emma Lindqvist 1.

 

Bjargingar: Evelina Eriksson 9, 39% – Johanna Bundsen 2, 12%.