Franska kvinnulandsliðið í hondbólti vann seg í OL-hálvfinalurnar frammanfyri einari metstórari áskoðarafjøld.
Frakland vann 26-23 á Týsklandi. Í steðginum var Frakland á odda 13-10. Týsku kvinnurnar javnaðu til 15-15, men so fingu fronsku kvinnurnar gongd á aftur og vunnu at enda dystin.
26.548 áskoðarar vóru til OL-fjórðingsfinaluni í hondbólti hjá kvinnum í Lille millum Frakland og Týskland. Talan er um heimsmet fyri ein dyst í hondbólti hjá kvinnum.
Gamla metið frá Final Four í Budapest í 2023. Gamla metið vóru 20.022 áskoðarar.
Frakland - Týskland 26-23 (13-10)
Frakland: Tamara Horacek 7, Estelle Nze Minko 4, Laura Flippes 4, Alicia Toublanc 2, Méline Nocandy 2, Pauletta Foppa 2, Lucie Granier 2, Chloé Valentini 1, Grace Zaadi Deuna 1
Orlane Kanor 1.
Týskland: Emily Bölk 7, Xenia Smits 4, Julia Maidhof 3, Antje Döll 3, Julia Behnke 3, Alina Grijseels 2, Jenny Behrend 1.
Fjórðingsfinalurnar vera leiktar soleiðis:
Klokkan 8.30: Danmark-Niðurlond 29-25 (11-10)
Klokkan 12.30: Frakland-Týskland 26-23 (13-10)
Klokkan 16:30: Ungarn-Svøríki
Klokkan 20:30: Noreg-Brasil