OL - liðið sett í august

Ilt er í núverandi løtu at gita hvørjir seks telvarar umboða Føroyar við Talvolympiaduna, sum verður leikt í Mallorka í oktober/novembur. Stríðið um plássini er av álvara byrjað

Talv

Talvsamband Føroyar hevur júst avgjørt, at OL-liðið verður sett fyrst í august mánaða. Hetta eru alneyðug tíðindi fyri telvararnir, sum stríðast um at koma á liðið, at teir nú hava greið boð um úttøkuna. Útisetar og áhugaðir yvirhøvur, kunnu nú t.d. brúka Politiken Cup í Keypmannahavn í juli til at betra um møguleikar sínir. Eisini er stór HT-open kapping í Havnini í juni.
- Nevndin hevur fingið at vita, at fleiri OL-kandidatar venja miðvíst til OL, og hava ætlanir um at taka lut í kappingum komandi mánaðirnir fyri at menna seg enn meira og náa einum hægri styrkitali. TSF miðjar eftir - sum vanligt hevur verið - at senda 6 telvarar avstað. Liðið verður endaliga sett fyrst í august mánaða, sigur Andrias Ziska, formaður í Talvsambandinum.

Vísið andlit
Tískil er greitt, at telvarar hava komandi summarmánaðirnir at vísa sína dygdir, og sannføra nevndina at teir eiga pláss á liðnum. Neyðugt er nevnliga, at telvarar eru aktivir.
- Nevndin fer í stóran mun at leggja dent á aktivitetsstigið hjá telvararunum seinastu tíðina, ásannandi at styrkistøl harvið á besta hátt lýsa "dagsformin" hjá kandidatunum, sigur Andrias.
Talvsambandið fer at leggja skriv út á heimasíðuna (www.faroechess.com) um komandi OL-kappingina, har nomið verður serliga við úttøkuháttin.

Sætta umboðið
Sannlíkt er, at John Arni Nilssen (2414), Heini Olsen (2337), Martin Poulsen (2310), Flóvin Tór Næs (2277) og John Rødgaard (2269) fáa pláss á endaliga liðnum. Avboð kunnu sjálvsagt spæla ein leiklut.
Tað eru serliga Hans Kristian Simonsen (2244), Olaf Berg (2242) og Ólavur Simonsen (2241, sum í løtuni stríðast um sætta plássið. Verður talan um avboð, so verður farið eftir telvarum í tyngra endanum av topp 10; Carl Eli N. Samuelsen (2213), Eyðun Nolsøe (2211) og Rógvi W. Rasmussen (2207). Tað er tó tíð enn hjá hesum nevndu telvarum at gera seg galdandi innan endaligu úttøkuna, og somikið langt aftanfyri topp 6 eru teir heldur ikki.

Telving í Evropa
Í Sarajevo verður 34th Bosna Tournament í hesum døgum leikt. Alexei Shirov (2713) hevur lagt væl út, og hevur 4,5 stig eftir fyrstu fimm umførini. Hann hevur skúgva mótstøðuna til viks við mongum flottum álopstalvum. Ein sera áskoðaravinarligur og vældámdur telvari. Sergei Movsevian (2647) og Victor Bologan (2665) eru tó ikki langt aftanfyri. Vælkendi Ivan Sokolov (2690) er somuleiðis í ovari helvt, meðan illa gongst fyrrverandi HM-avbjóðaranum Nigel Short (2712), sum einans hevur hálvtannað stig.
Í Turkalandi verður Evropameistaraskapurin fyri einstaklingar somuleiðis leiktur í hesum døgum. Tíverri hevur hendan kapping ikki fingið status sum ein ?superstórmeistarakapping?. Telvarar velja aðrar kappingar framum, eitt nú kappingina í Sarajevo. Teir sterkastu telvararnir í heiminum hava ikki tikið lut í EM síðani kappingin fyrstu ferð bleiv leikt í 2000. Men vónandi verður EM einaferð ein siðvond kapping við alskyns superstórmeistarum.
Tó so, Vassily Ivanchuk við sínum 2716 ratingstigum prýðir væl um kappingina í ár. Hann hevur 5 stig av 7 møguligum, og er á einum deildum 3. plássi. Tannáringarnir David Navara (2602) og Shakhriyar Mamedyarov (2657) eru á odda við 5,5 stigum. Predrag Nikolic, sum vit føroyingar kenna væl, byrjaði væl, men varð steðgaður í fimta umfari, og hevur 4,5 stig. Talvið sum Nikolic tapti, er við í blaðnum.