Olaf Berg vann Grand Prix’ið

Eftir níggju umfør við hópin av spennandi dystum endaði Olaf Berg fremstur í Grand Prix-kappingini í talvi

Talv

 

Tá avtornaði varð Olaf ein hampuliga tryggur sigursharri. Munurin niður til Ólav Simonsen á øðrum plássi gjørdist fimm stig.

Undan finaluna sum varð telvað leygardagin í hølunum hjá Havnar Telvingarfelag, hevði Olaf eina leiðslu uppá trý stig til argasta kappingarneytan, Ólav Simonsen úr Klaksvíkar Talvfelag. Olaf Berg var tó eirindaleysur í finaluumfarinum, og tað eydnaðist honum eisini at økja um munin við tveimum stigum.

22 telvarar møttu til finaluna. Teirra millum IM Helgi Dam Ziska, sum annars als ikki hevur verið við í kappingini. Níggjur umfør vórðu telvd, og hevur vunnu Olaf og Helgi sær hvør síni 7,5 stig. Innanhýsis talvið teirra millum endaði við javnleiki.

Umframt sjálva Grand Prix-kappingina, vóru serstakar Grand Prix-styrkisvirðislønir lætnar. Her vann Rógvi Egilstoft Nielsen úr Sandavági fyrstu virðisløn. Hinar fóru til Jónfinn Thomsen úr Sandavági, Høgna Egilstoft Nielsen úr Sandavági og Johan Hentze úr Havnar Telvingarfelagi.

Sostatt gjørdist Sandavágs Talvfelag tann heilt stóri sigursharrin. Felagið gjørdi eitt satt hál, nú teir vunnu fimm av sjey møguligum plaseringum.

Styrkisvirðislønirnar vunnu Arnbjørn Ó. Dalsgarð, Heiðrikur T. Jacobsen, báðir úr Havnar Telvingarfelag og Heðin Gregersen úr Klaksvíkar Talvfelag.